Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Grønlendskir næmingar skulu fáa fíggjarligan stuðul til at fara á eftirskúla í Føroyum

Naalakkersuisut, grønlendska landsstýrið, vil broyta lógina, so tað verður møguligt hjá grønlendskum næmingum at fáa stuðul til at fara í eftirskúla í Føroyum

Soleiðis sum grønlendska lógin er nú, so veitir grønlendska sjálvstýrið bara stuðul til næmingar, ið ganga í eftirskúla í Grønlandi ella í Danmark.

Men stuðulin skal víðkast til eisini at fevna um Føroyar.

Tað upplýsir grønlendski mentamálaráðharrin, Aqqaluaq B. Egede (IA), sambært grønlendska miðlinum Sermitsiaq, í skrivligum svari til sín partamann, Peter Olsen.

Ætlanin er at broyta grønlendsku eftirskúlalógina soleiðis, at til ber at søkja um stuðul til eitt eftirskúlauppihald í Grønlandi, Danmark og Føroyum.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin frá Peter Olsen skrivar hann, at atgongd til sleppa á eftirskúla í Føroyum er týdningarmikið fyri tey ungu í Grønlandi, ið hava áhuga fyri sigling og sjólív.

Sum dømi nevnir hann Føroya Eftirskúla á Tvøroyri, sum hevur eina sjóvinnubreyt, har næmingar fáa innlit og royndir, ið gera ein føran fyri at røkja sjógvin.

– Vit eru ein siglingartjóð, og vit mugu stuðla okkara ungu, sum hava áhuga fyri sjónum. Hóast hesin eftirskúlin er á listanum yvir eftirskúlar i danska ríkinum, so er tað ikki møguligt hjá fáa stuðul við at velja hendan skúlan. Tað er harmiligt og keðiligt, at grønlendskur ungdómur ikki kann fáa stuðul til at fara á eftirskúla í øllum kongaríkinum, skrivar Peter Olsen í viðmerkingunum til fyrispurningin.

Næmingur í Føroya Eftirskúla umborð á Brimli (Mynd: Føroya Eftirskúli)