Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgtingslimur spyr hvør eftirmetir royndarverkætlanina í Skúlanum á Fløtum

Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, hevur sett landsstýrismanninum við í barna- og útbúgvingarmálum ein grein 52-fyrispurning

Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur sett Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni við í barna- og útbúgvingarmálum, munnligan fyrispurning eftir grein 52 í tingskipanini, um eftirmetingina av royndarverkætlanini í Skúlanum á Fløtum.

Í Skúlanum á Fløtum í Havn er tey í gongd við eina royndarverkætlan við styttum skúladegi. Løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin vil sita, um Føroya Lærarafelag og Føroya Skúlaleiðarafelag eru partur av eftirmetingarbólkinum, tá royndarverkætlanin verður eftirmett.

Tí hevur Jóhannis Joensen sett landsstýrismanninum, ið varðar av málinum, tríggjar spurningar. Hann vil vita, hvør eftirmetir verkætlanina, og um Lærarafelagið og Skúlaleiðarafelagið ikki at manna arbeiðs- og eftirmetingarbólkar, sum arbeiða við málum, ið viðkoma fólkaskúlanum. Í triðja lagi vil tingmaðurin hava at vita, hvussu landsstýrismaðurin ætlar at skipa hetta frameftir.

Í viðmerking til spurningarnar sigur tingmaðurin, at tað hendir alt ov ofta, at tá fólkaskúlin verður viðgjørdur, eru partarnir, hetta ávirkar, ikki við í tilgongdini. Í hesum føri er ein arbeiðsbólkur settur at eftirmeta royndarverkætlan í Skúlanum á Fløtum, har hvørki Skúlaleiðarafelagið ella Lærarafelagið eru við í eftirmetingini. Hetta eru partar, sum beinleiðis skulu arbeiða undir komandi fólkaskúlaskipan.

Kelda: Skúlablaðið