Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Seks nýggjar verkætlanir fáa játtan frá Fiskivinnuroyndum

Hesa ferð komu 12 nýggjar umsóknir inn til Fiskivinnuroyndir. Harafturat vóru tíggju verkætlanir, sum áður høvdu fingið tilsøgn um framhald eftir 2023

Stýrið fyri Fiskivinnuroyndir hevur viðgjørt umsóknirnar við støði í innkomna tilfarinum eins og endamálsorðingini í stevnuni fyri Fiskivinnuroyndir, sum er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.

Raðfest øki eru royndarveiða, góðska á ráfiski, virðisøking av fiski, burðardyggur fiskiskapur, búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni og førleikamenning í øllum liðum.

Við støði í, at fleiri umsóknir høvdu fingið játtan um framhaldandi stuðul í 2024, vóru einans tkr. 1.460 tøkar at játta nýggjum umsóknum í 2024.

Endaliga niðurstøðan varð, at stýrið mælti landsstýrismanninum til, at seks nýggjar verkætlanir skulu stuðlast, og at tær tíggju, sum áður hava fingið tilsøgn um framhald, eisini verða stuðlaðar í 2024.

Tær seks verkætlanirnar, sum hava fingið játtaðan stuðul, og tær tíggju, sum halda fram í 2024, eru vístar í talvunum niðanfyri.

Talva 1. Nýggjar verkætlanir, sum tilmæltar vórðu.

HeitiUmsøkjariJáttan
FarCodNátturuvísindadeildin95
MakreltrolP/F Netastovan100
LSP / LSP 2Delta Seafood125
Ljós RekiP/F JFK trol740
Pilka høgguslokkBarið Vágar210
SamegnaSp/f Nípan190

Talva 2. Framhaldandi verkætlanir, sum tilmæltar vórðu.

HeitiUmsøkjariJáttan
Reyðsprøka og tungaHavstovan400
MSC góðkenning av fleiri fiskasløgumFISF450
Innvigingartøl til stovnsmetingarFISF194
Royktur uppsjóarfiskur uttanlandsSjógæti300
StovnsgullFróðskaparsetur Føroya300
TaskukrabbiBiofar228
Maskinskering av svartkjaftiVarðin Pelagic300
Sjálvvirkandi ílegging í flakamaskinuPetur Larsen650
Smart-fisk. Orkuvinarligari fiskiskapurSjókovin350
Støðan á Føroya BankaHavstovan40