Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kambur fingið ein sjógv – 13 mans bjargaðir til lands

Øll manningin skal av skipinum

Tíggju minuttir í átta í morgun fekk Kambur ein sjógv, og skjótt var greitt, at støðan hjá skipinum ikki var góð. Tí varð ein bjarging sett í verk alt fyri eitt, og bjargingartyrlan hjá Atlantsflog kom á staðið.

Tá var skipið 17 fjórðingar í ein útsynning úr Akrabyrgi.

16 mans eru við Kambi, og higartil eru 13 mans bjargaðir av skipinum og fluttir á Suðuroyar Sjúkrahús til nærri kanningar.

Bjargingartyrlan er nú aftur úti hjá skipinum, veit Kringvarpið at siga.

Støðan hjá skipinum er ikki góð, men í løtuni er trupult at siga, hvussu stendur til hjá skipinum – hvørt vandi er fyri, at skipið fer at søkka ella ikki.

– Breiðanes er á leiðini, og Brimil er á veg, sigur Edvard Bjarnason, deildarstjóri á MRCC, við in.fo.

Kambur er línuskip, ið er heimahoyrandi á Strondum, og bygt í Norra í 1998. Skipið er 39,97 metrar langt og 10,9 metrar breitt.

Skipið kom í føroyska flotan í november í 2020.