Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Visit Tórshavn fekk óbodnan gest á gátt

Maður skuldsettur fyri fýra lógarbrot

Visit Tórshavn arbeiðir fyri at fáa fleiri vitjandi til høvuðsstaðin, men um eitt-tíðina seinnapartin í gjár fekk Visti Tórshavn ein óbodnan gest á gátt.

Visit Tórshavn heldur til í kjallaranum í gamla bankabygninginum í Steinatúni.

Óbodni gesturin, ein maður, rótaði millum annað runt í lummum á klæðum, ið vóru í starvsfólkarúminum, og har fann hann einar billyklar. Komin útum blinkaði maðurin seg fram til ein bil, sum stóð parkeraður við Mariu Poulsen í Tórsgøtu, og stjól bilin.

Vaktleiðarin hjá Føroya Politi greiðir frá, at stuldurin varð meldaður til løgregluna, og tað tók tveir tímar hjá løgregluni at finna fram til bilin, tá ein bilur varð steðgaður beint uttanfyri Havnina.

Hetta vísti seg at vera eftirlýsta akfarið, og ikki nokk við tað. Tað vísti seg eisini, at maðurin var drukkin, umframt at maðurin heldur ikki hevði førararætt at koyra bil – hevði einki koyrikort – so alt í alt er maðurin skuldsettur fyri fýra lógarbrot. Skuldsetingarnar eru innbrot, brúksstuldur, rúsdrekkakoyring umframt at koyra uttan koyrikort.

– At síggja til er einki hent við bilinum, greiðir vaktleiðarin frá.