Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Lutakastið til Nations League verður hósdagin

Hósdagin 8. februar verður greitt, hvørjum føroyska manslandsliðið skal møta í komandi UEFA Nations League kapping, sum verður í heyst

Føroyar eru í styrkisbólki 2 í deild C, tá lutakast verður um, hvussu spælast skal í komandi UEFA Nations League kapping, sum er á skránni í heyst.

Lutakastið verður hósdagin 8. februar klokkan 17:00, og tá fáa vit at síggja, hvørji hini londini í bólkinum verða.

Í styrkisbólki 1 eru Rumenia, Svøríki, Armenia og Luksemborg, í styrkisbólki 2 eru Føroyar, Aserbadjan, Kosovo og Bulgaria, í styrkisbólki 3 eru Norðurmakedónia, Slovakia, Norðurírland og Kýpros, og í stýrkisbólki 4 eru Belarus, Litava ella Gibraltar, Estland og Lettland.

Lutakastið verður skipað á tann hátt, at Føroyar koma í bólk saman við einum av londunum í styrkisbólkunum 1, 3 og 4.

Dystirnir í UEFA Nations League 2024/2025 verða spældir í tíðarskeiðunum 5. til 10. september, 10. til 15. oktober, og 14. til 19. november í ár.

Ársins fyrsta uppgáva hjá A-landsliðnum við monnum er venjingardystur móti Liktinstein, sum verður á Marbella Football Center í Spania fríggjadagin 22. mars, og fýra dagar seinni, týsdagin 26. mars spæla Danmark og Føroyar venjingardyst á Brøndby Stadion.

Atgongumerki til dystin millum Danmark og Føroyar fáast til keyps H E R.

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo