Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kambur er sokkin

Leitað verður eftir tveimum monnum, sum eru 47 og 57 ára gamlir

– Status er, at skipið er sokkið og leitað verður eftir tveimum monnum, ið eru ávikavist 47 og 57 ára gamlir.

Tað sigur politiovastin, Jón Klein Olsen, sum kemur við status til miðlarnar klokkan hálvgum tólv.

Tað var um 7-tíðina í morgun, at skiparin umborð á Kambi ringdi 112 og bað um hjálp, tí skipið hevði fingið ein sjógv og hevði lagt seg á síðuna.

Tyrlan hjá Atlantsflog kom á staðið og fekk bjargað 13 mans av skipinum, og tá var ein maður eftir umborð á skipinum. Tyrlan kom út aftur á skipið, og fekk bjargað manninum.

Upp á núverandi tíðspunkt er ikki vitandi, hvussu er við teimum báðum seinastu monnunum, sum vóru við umborð Kambi.

Støðan hjá teimum 14 monnunum er eftir umstøðunum góð, greiðir Jón Klein Olsen, varapolitiovasti, frá.

Øll manningin er føroysk.

Veðrið er einki serligt á leiðini.

Varapolitiovastin greiðir frá, at fleiri skip og tyrlan hjá Atlantsflog leita í løtuni eftir teimum báðum saknaðu sjómonnunum. Ein av bjargingarbátunum á Kambi er blástur upp, men tað er óvist um nakað fólk er umborð á bjargingarbátinum.

Jón Klein Olsen upplýsir eisini, at tey avvarðandi hjá øllum monnunum, bæði teimum bjargaðu og teimum saknaðu, eru kunnað um støðuna.