Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Koyrdi seg fasta í kavanum oman fyri Kvívík

Átaksleiðarin koyrdi kvinnuna úr Kvívík til Havnar. Harumframt er ein stormskaði og eitt ferðsluóhapp fráboðað seinasta døgnið

Hann segði frá nógvum kava í gjárkvøldið og í nátt, men hóast tað, so vóru tað summi, ið treiskaðust móti kavanum og fóru út at koyra, og tað hevði millum annað við sær, at ein bilur koyrdi seg fastan í kavanum á landsvegnum omanfyri Kvívík.

Hetta var beint fyri midnátt í gjárkvøldið, at løgreglan fekk boðini.

Bilurin koyrdi úr Vestmanna, og var á veg til Havnar, tá kavin steðgaði bilinum omanfyri Kvívík.

Átaksleiðarin á staðnum var bleytur um hjarta, tá hann kom bilføraranum – einari kvinnu – til hjálpar, at hann avgjørdi at koyra kvinnuna til Havnar.

Í morgun visti Landsverk at siga, at bert tað eina sporið er opið á Vestmannavegnum tíðliga í morgun.

Landsverk sigur, at tað er hált og glerstoytt er í støðum kring landið.

Koyrandi er ikki Fámjins, Akrar og ei heldr til Skælings í løtuni.

Landsverk mælir fólki til at koyra varliga.

Bingja koppaði við Margáir
Tað hevur eisini verið nakað av vindi í gjárkvøldið og í nátt, og tað hevði við sær, at ein bingja, sum stóð við fótbóltsvøllin við Margári, koppaði í gjárkvøldið.

Vaktleiðarin visti í morgun ikki at siga, hvat fyri skaði stóðst av hesum.

Í nátt bleiv eisini eitt ferðsluóhapp fráboðað í Klaksvík. Ein maður koyrdi onkursvegna á ein annan parkeraðan bil á Gerðavegnum.

Báðir bilarnir fóru so mikið illa, at løgreglan avgjørdi at taka pláturnar av báðum bilum. Eingin fólkaskaði stóðst av soloóhappinum.

Løgreglan hevur ongan illgruna um rúsdrekka í samband við óhappið.