Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroyska landsliðið tekur lut í Baltic Cup í summar

FSF hevur fingið avtalu í lag við tey trý baltisku londini, Estland, Lettland og Litava, at føroyska A-landsliðið við monnum tekur lut í Baltic Cup 2024, sum verður í juni mánað

Tey baltisku londini hava eina kapping annaðhvørt ár, har tey baltisku londini kappast at vera best í økinum.

Viðhvørt eru gestalond við í kappingini, og millum annað Finnland hevur verið við í hesi kapping tvær ferðir, og so hevur Ísland eisini luttikið, men nú er greitt, at Føroyar verður við í Baltic Cup, ið verður í summar.

Tað kunngerð FSF á heimasíðu sínari.

Talan verður um eina fýra-landakapping millum Føroyar, Estland, Lettland og Litava. Kappingin verður skipað sum tvær hálvfinalur, og síðan verða finalan og dysturin um 3. plássið á skránni.

Hálvfinalurnar verða spældar leygardagin 8. juni, har Estland tekur ímóti Føroyum í Estlandi, og í Lettlandi spæla Lettland og Litava.

Finalan og dysturin um 3. plássið verða spæld týsdagin 11. juni.

Føroyska A-landsliðið við monnum hevur sjey ferðir áður spælt móti Estlandi, fimm ferðir móti Lettlandi, og 11 ferðir hava vit møtt Litava.

Fleiri hagtøl síggjast H E R.

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo