Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sambandsflokkurin ber uppskot um vakmyndatól aftur í Løgtingið

Sambandsflokkurin leggur nú uppskot fyri løgtingið um at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól á serliga útsettum støðum í býarlívinum

Eitt uppskot til samtyktar um at loyva kommunum at seta upp vakmndatól á serliga útsettum støðum í býarlívinum er á veg í Løgtingið. Tað er Sambandsflokkurin, sum fer at leggja uppskotið fram.

Talan er um sama uppskot, sum eisini varð lagt fram í undanfarnu tingsetu. Tá søgdu fleiri samgongutinglimir seg taka undir við uppskotinum, men hildu tó, at landsstýrismaðurin við lógarmálum skuldi sleppa at arbeiða við málinum. Tí atkvøddu tey ikki fyri uppskotinum, men fleiri boðaðu frá, at um landsstýrismaðurin ikki gjørdi nakað við málið, fóru tey at atkvøða fyri einum líknandi uppskoti seinni. Landsstýrismaðurin sjálvur hevur alla tíðina sagt, at hann tekur ikki undir við at seta fleiri vakmyndatól upp.

Undanfarna landsstýri arbeiddi við at geva kommunum loyvi til at seta vakmyndatól upp, men málið var ikki klárt, áðrenn val var útskrivað. Tí skjýtur Sambandsflokkurin upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at gera tað møguligt hjá kommununum at fáa slík loyvi.

“Sjálvsagt eiga reglur at vera fyri, hvussu upptøkurnar, ið vakmyndatólini fanga, verða viðgjørdar. Reglurnar eiga at nágreina, hvør kann hava atgongd til myndirnar, hvussu leingi tær kunnu goymast, og myndirnar skulu ikki kunna nýtast til annað endamál enn bert tað, ið tær eru ætlaðar til,” sigur Sambandsflokkurin.

“Í tann mun vakmyndatól kunnu hjálpa til við at uppklára mál um harðskap í náttarlívinum, eigur tað at vera møguligt at seta vakmyndatólini upp, uttan at tað gongur útyvir rættartrygdina hjá borgarunum,” sigur flokkurin.

Sambandsflokkurin sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at av tí at landsstýrismaðurin framvegis ikki er komin við nøkrum uppskoti, verður málið lagt fram av nýggjum.

Les eisini...  Bónus kappingin: SÍ koppaði Mjølnir í Klaksvík

Sambandsflokkurin