Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Poddvarpshugaheimur skal fáa børnini burtur frá skíggjum

Danska stjórnin arbeiðir í hesum døgum við at fáa rammurnar fyri einum nýggjum public service-ljóðuniversi til børn í aldrinum frá 3-13 ár upp á pláss

Danska stjórnin heldur, at donsk børn hyggja ov nógv í skíggjar, og tí verður arbeitt við einari ætlan við poddvarpum til børn, sum skulu fáa børn burtur frá skíggjanum.

– Eitt ljóðunivers skal vera við til at skapa eitt alternativ til skermnýtsluna hjá børnum.

Tað sigur danski mentamálaráðharrin, Jakob Engel-Schmidt (M), sambært Journalisten.dk.

– Vit skulu menna ein góðan ikki-handilsligan miðil til børn, har tankar og hugflog teirra fær loyvi til at mennast. Hetta hevur manglað í danska miðlaheiminum, sigur hann.

Ætlanin hjá donsku stjórnini er, at nýggja ljóðuniversið skal framleiða 20 tímar av tilfari um vikuna til børn í aldrinum frá 3-13 ár – harav skal ein hálvur tími vera tíðindi. Sendingarnar skulu fevnast um hesi evni: Samfelag, mentan, drama, undirhald, vitan og tónleikur.

Ljóðuniversið er partur av nýggju miðlaavtaluni, har danska stjórnin hevur sett pening av fram til 2026, men longu nú rør danski mentamálaráðharrin uppundir, at hesin nýggi miðilin verður fastur partur av miðlaavtaluni, um tikið verður væl ímóti hesum nýggja miðlinum.

Teir etableraðu miðlarnir í Danmark hava havt møguleika at bjóða seg fram at framleiða til nýggja ljóðuniversið, og vinnarin av útboðnum verður almannakunngjørdur í byrjanini av juni.

Eftir ætlan skal nýggja ljóðuniversið fara í luftina í endanum av 2024.