Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

(Kvinnur) Dráttur er fyrsta liðið í steypafinaluni

Dráttur vann 3-0 á Mjølnir í steypakappingini og er sostatt fyrsta liðið, at vinna sær pláss í steypafinaluni

Tað skuldi vísa seg at verða ein rímiliga javnur dystur, hóast Dráttur var omaná tað mesta av tíðini.

Mjølnir kvinnurnar eru uttan lyklaleikaran Sirið Hanusardóttir Samson, og var tað nevniliga á hennara plássið, at flestu avgerandi bóltarnir manglaðu. Endurtakandi ferðir vóru servurnar ov langar – og í staðin fyri at fáa stig, varð stig serverað til mótstøðuliðið.

Nógvar ungar kvinnur eru slopnar framat í Mjølnir. Hesar stóðu seg eisini væl í dag, men tað rakk tíverri fyri Mjølnir, ikki á mál. Tað er vanligt við útlenskum, keyptum leikarum, men soleiðis er ikki í Mjølnir kvinnum.

– Teresa (Dráttur) vinnur øgiliga nógvar bóltar og kanska er tað munurin, sigur Amanda Niclassen, liðskipari hjá Mjølni, í samrøðu við Televarpið.

Settini endaðu 25-18, 25-20 og 26-24 til Drátt.

Mjølnir kann nú seta sjóneykuna á at klára landskappingina so gott sum til ber, nú kvinnuliðið ikki er við í steypakappingini.

Badmintonhøllin í Klaksvík er karmur um hálvfinalurnar. Í skrivandi løtu verður gjørt klárt til fyrstu hálvfinaluna hjá monnum, ið verður millum SÍ og ÍF.