Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

(Menn) SÍ er fyrsta liðið í steypafinaluni hjá monnum

Tað skuldi ein sera intens og spennandi hálvfinala til, fyri at fyrsti finalistur hjá monnum skuldi finnast. SÍ vann dystin 3-2 á ÍF

Fyrsta settið vunnu fuglfirðingar trygt 25-18, har serligar blokkarnir og distributiónsspæl gjørdi seg galdandi. SÍ kláraði ikki heilt at fáa tamarhald á álopsspælinum, hóast teir við hægsta leikara á vøllinum, stundum vístu tenn.

Annað settið var mest sum eitt avrit av fyrsta settinum, tó gekk úrslitið hinvegin runt. SÍ vunnu 25-16, har ÍF hevði trupult við at fáa triðja bóltin niður í gólvið hjá teimum úr Sørvági. Servurnar hjá SÍ vóru ein stór hóttan, har serliga hørðu bóltarnir frá Cristiano Rodrigo Campos vístu seg at vera ein munnfull hjá ÍF at taka ímóti.

Triðja settið byrjaði øgiliga javnt, har liðini skiftust um at fáa sær stig á kontuna. 18 ára gamli Tóki (SÍ) fekk gult frá dómarunum, tí hann sýndi endurtakandi misnøgd á avgerðir dómarans. Hetta vísti seg ikki darva konsentratíonini hjá SÍ kortini. Hjá ÍF var tað áhugavert at síggja, at 16 ára gamli Hákun Nón (diagonalur/kantur) var við í bróðurpartinum av øllum stigum, ið teir fingu. Eldri og eldri settið bleiv, minni tóktist orkan hjá ÍF vera. Styttri og styttri var millum feilirnar, hóast teir eisini vístu vøddar og góðu SÍ nógva mótstøðu. Hetta settið var sera intenst, men SÍ drógu longra stráðið og vunnu hetta settið 25-20.

Fjórða settið megnaði ÍF at halda seg frammanfyri ein stóran part av leiktíðini. Upp í fýra mál, vóru teir omanfyri SÍ. Hetta helt tó ikki leingi, tí við høgum kantleikarum, slóg SÍ hart niður í gólvið á ÍF síðuni. Annars tóktust liðini at dúva á feilirnar hjá sínum mótstøðuliðið. Endin gjørdist sera spennandi, har ÍF vísti sítt stórspæl og vann settið 25-22.

Les eisini...  Løgreglan: Soleiðis kunnu foreldur verja børnini á netinum

Hetta gjørdist sostatt til ein fimmsettara, har fimta settið verður spælt uppí 15 og liðini skifta síðu, táið annað liðið fær átta stig. Hetta var SÍ skjótari til enn ÍF, við eini leiðslu á 8-4. Tá leikur var tikin upp aftur, helt leikgongdin fram á stórsæð sama hátt. ÍF megnaði ikki at fáa álopsspælið upp at koyra og tað kostaði teimum dýrt. Tvær ferðir í javnbrótaranum (t.e. fimta settið, red.) megnaði SÍ at serva beinleiðis í gólvið hjá ÍF, har teir fingu hjálp frá netkantinum, sum snýtti teimingina hjá móttakandi ÍF leikara. SÍ vann fimta settið 15-10 og endaði dysturin sostatt 3-2 til SÍ. Enn einaferð er SÍ í steypafinaluni.

Næsti dystur á skránni í Badmintonhøllini er seinna hálvfinala hjá kvinnum, har SÍ og Fleyr møtast til dyst. Dysturin stendur at byrja klokkan 17:00, men væntast kann við onkrari seinking, verður sagt úr Badmintonhøllini í Klaksvík.