Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

(Kvinnur) Fleyr verður mótstøðuliðið hjá Drátti í finaluni hjá kvinnum

Tað skuldi ein fimmsettari til, fyri at finna seinna finalistin hjá kvinnum

Talan var um ein sera spennandi dyst, har bæði liðini vístu, at teir ynsktu sær finaluplássið.

Fyrsta settið kundi koppa báðar vegir. Álopsspælið hjá Fleyr var, júst sum vit høvdu væntað, avgerandi faktorurin, tí móti endanum var óvist, hvør var favorittur, men her kom Fleyr út sum vinnari og vann fyrsta settið 25-22.

Í øðrum settið koppaðu tingini í favør til SÍ. Verjuspælið er kompakt og intakt, tí tær megnaðu at forða nógvum hørðum bóltur frá Fleyr. Her vísti tað seg, at uppskriftin til eitt gott álop, er ein góð verja. SÍ vinnur annað sett 25-17.

Triðja settið líktist nógv fyrsta settið. Fleyr vinnur settið 25-21 og vísur vakurt álopsspæl við backspikes og framúr spælandi kantum.

Fjórða settið var sum annað settið – SÍ skrúvar upp fyri verjumekanismunum og noktar Fleyr at koma framat við álopunum. SÍ vinnur fjórða sett 25-21.

Fimmsettarin, javnbrótarin gjørdist sera spennandi. Tað tóktist sum at eitt vist mynstur var í dystinum, tí frá fyrsta stigið – eins og í fyrsta settið – skiftust tær um at fáa stig, inntil annað av liðnum fekk momentum og helt støðuna har. Fleyr vinnur fimmsettaran 15-12 og dystin 3-2.