Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

(Menn) Stórfavorittarnir Mjølnir eru í steypafinaluni hjá monnum

Tað var lítil ivi um, hvør var favorittur til dagsins dyst millum Mjølnir og Fleyr. Úrslitið gjørdist eisini ein knúsandi 3-0 sigur til Mjølnir

Fyrsta settið í dystinum var stórtsæð einvegis ferðsla. Mjølnir megnaði at halda Fleyr í skák tað mesta av fyrsta settið. Hóast tað, so høvdu Fleyr nakrar framúrspælandi diagonalar, ið veruliga vístu vøddar og gjørdi stundum móttøkurnar hjá Mjølni torførar. Mjølnir vinnur settið uppiborið 25-15.

Annað sett í dagsins dysti byrjaði javnt. Eftir nakrar fáar minuttir, mátti leikurin steðgast, tí okkurt í uppskrivanini av leikaralistanum ikki var, sum tað skuldi. Steðgurin vardi eitt knapt korter. Tá spælið so byrjaði aftur, vísti Mjølnir hví teir eru favorittar. Annað sett endar 25-16 til Mjølnir.

Í triðja settið var Fleyr frammanfyri í fleiri støðum. Mjølnir móttók eitt reytt kort fyri at endurtakandi ferðir sýna misnøgd á avgerðir dómarans, og tað tímdi Alex Troleis – sum vit annars kenna sum dómara í fótbólti – ikki at hoyra uppá. Hetta kom kanska til høvdið á fleiri av leikarunum. Tað sást, at næstu fimm-seks bóltarnir ikki vóru líka væl spældir av stórfavorittunum. Mjølnir vinnur triðja og avgerandi settið 25-18.

Sostatt eru Mjølnir og SÍ í steypafinaluni hjá monnum.