Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kong Charles í Bretlandi fingið krabbamein

Eftir at tað kom út, at kongurin í Bretlandi hevur fingið staðfest krabbamein, sendi hann í gjár takkarheilsanir út

BBC skrivar, at bretski kongurin sendur eina hjartans tøkk til øll tey stuðlandi og uppbyggjandi orðini, ið almenningurin hevur givið honum, síðani hann mánadagin fekk staðfest krabbamein.

Fyrstu ferð bretski kongurin hevur úttala seg eftir krabbameinsdiagnosuna, var meðan hann var í viðgerð fyri prostata trupulleikar.

– Eins og øll tey, ið hava fingið staðfest krabbamein, veit eg eisini, at uggandi orð, bønir og tankar, eru av størstu troyst og uppmuntran, skrivar 75 ára gamli kongurin.

Tað er ikki vorðið alment kent, hvat slag av krabbamein tað er, ella hvussu álvarslig støðan er. Tað vit vita, er, at talan er ikki um prostata-krabbamein.

Kong Charles hevur valt at trekkja seg aftur frá flestøllum almennu leiklutum sínum og takkar fyri forstáilsi frá almenninginum.

Kong Charles hevur verið kongur í Stóra Bretlandi síðani 8. september 2022.