Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Upptakt til Super Bowl LVIII

Í kvøld er størsti dystur í amerikanskum fótbólti á skránni: nevniliga finalan í NFL, Super Bowl LVIII (58). Dysturin, har heimsins besta lið í sermerktu ítróttargreinini, skal finnast. Dysturin verður leiktur á glasiliga Allegiant Stadium í Las Vegas, millum liðini Kansas City Chiefs og San Francisco 49ers. Vit hyggja eftir báðum liðnum, teirra quarterbacks, hagtølum, venjarum og øllum møguligum fyrimunum á báðum síðum. Umframt hetta, fara vit at hava alskyns tilfar gjøgnum dagin, um Super Bowl LVIII

Dysturin
Dysturin verður millum tvey tey liðini, ið hava verið mest jøvn og áhaldandi støðug, gjøgnum hetta kappingarárið. Amerikanski ítróttarmiðilin ESPN kallar ein sigur til Kansas City Chiefs fyri eina staðfesting av, at liðið er nýggja kongsættin í nútímans amerikanskum fótbólti. Ein sigur til 49ers vildi verið ein staðfesting av, at quarterback hjá teimum, Brock Purdy, fer frá at vera Mr. Irrelevant til at vera ein við stjørnustatus.

Hetta er ein endurtøka av Super Bowl LIV (54), tá 49ers og Chiefs møtust. Tá vunnu Chiefs 31-20.

San Francisco 49ers
49ers hava havt eina framúr byrjan uppá hetta kappingarárið. Í Regular season (t.e. innleiðandi dystirnir, áðrenn endaspælið, red.) megnaðu teir at fáa 12 sigrar og við triðbestu úrtøkuni í allari kappingini. Í teirra conference (t.e. økisbólkur, red.) vóru teir avgerandi og seedaðir sum eittarar. Veikleikin hjá liðnum hevur ofta verið endaspælið, men har hevur Brock Purdy sanniliga víst okkum, at hann goymir síni bestu kynstur til síðst.

Quarterback hjá 49ers er 24 ára gamli Brock Purdy. Hann var síðstvaldur í 2022 draftinum, og skuldi hann vunnið Super Bowl LVIII, verður hann seinast-valdi quarterback at megna tað (fyriuttan Kurt Warner, ið ikki varð draftaður).

Hansara styrki eru hansara avleveringar á miðum vølli. Tað er her, at hann fyllur spælið mest út. Hann er fremstur í QBR (t.e. ‘Total Quarterback Rating’, red.) við 75 stigum, og vísur hetta á, at hansara avleveringsspæl eru framúr. Í spælvirði – sum er ein samling av spælvirði og úrslitum – er hann fremstur av øllum quarterbacks í NFL.

Les eisini...  SÍ á finaluplássi eftir hvøkk frá Mjølni

Millum veikleikar hansara eru hansara sonu-spøl. Tað er, har hansara viðleikarar dekka eina ávísa sonu. Tað merkir, at velur hann at spæla eitt sonuuppdekkingar spæl, hevur hann ikki so væleydnaðar avlevering. Hinvegin, eru tølini munandi betri, um hann velur at halda á fram við leiki, har tað er mansuppdekking.

Venjari hjá 49ers er Kyle Shanahan. Hetta er hansara sjeynda kappingarár sum venjari hjá 49ers. Tað er aðruferð, at hann stjórnar liðnum í eini Super Bowl finalu. Um 49ers vinna, fer Kyle Shanahan at hava júst tann sigurin í felag við pápa sín, Mike Shanahan. Hetta er fyrstuferð í heimssøguni, at ein feðgapar vinnur eina finalu í teimum fýra toppítróttargreinunum í USA.

Kansas City Chiefs
Chiefs hava ikki havt somu byrjan uppá kappingarárið sum 49ers hava. Teir høvdu 11 sigrar og seks tap í regular season. Tað er teirra ringasta úrtøka, síðani heimstjørnan Patrick Mahomes kom til sum teirra quarterback. Í allar mátar, hava hagtølini víst, at hetta hevur verið vánaligasta kappingarár hjá Mahomes nakrantíð. Í stigum vóru tær nummar 15 av 32 liðum (21.8 stig í miðal pr. dyst), har teir vanliga hava ligið trygd á toppinum. Sigrarnir, ið Chiefs hava fingið í play-off spælinum, hava veriða 27-24 móti Buffalo Bills og 17-10 móti Baltimore Ravens.

Quarterback hjá Chiefs er heimsstjørnan Patrick Mahomes. Uttan iva heimsins besti quarterback í løtuni. Hann hevur aldrin tapt á 49ers áður. Í dystunum móti 49ers hevur hann kastað í miðal 341 yards (312 metrar) pr. dyst.

Hansara styrki er at renna úr pocket (t.e. ‘lummin’, har hann er umringaður sínum offensivu linjumonnum, red.) og at hann nærum aldrin verður sacked (t.e. at verða takklaður niður, áðrenn hann megnar at sleppa sær av við bóltin, red.). Hetta ger, at hann sleppur sum oftast av við bóltin.

Les eisini...  U17 gentur: Føroyar og Lettland leggja fyri

Millum veikleikar hansara eru hansara completion percentage over expected  (t.e. avleveringar, har bólturin verður loftaður í støðum, har tað verður væntað, at hann verður loftaður, red.). Her er Mahomes sjeynda aftasta plássi, millum hinar quarterbacks í NFL. Hetta er ein veikleiki, ið flestøll lið seta prís uppá – tí tað er lætt hjá eitt nú linebackers (typist aftastu verjuleikarir hjá liðnum, ið leikar defense, red.)

Venjari hjá Chiefs er Andy Reid. Hetta er hansara ellivta kappingarár sum venjari hjá Chiefs. Hann er fjórðmest vinnandi venjari, við sínum higartil 283 sigrum. Hann hevur fimm Super Bowl dystir í skjáttuni, harav tveir sigrar. Megnar hann at leiða liðið til sigurs, er hann ein av fimm venjarum, ið hevur megna at vinna minst tríggjar Super Bowl dystir. Hinir eru Bill Belichick (6), Chuck Noll (4), Bill Walsh (3) og Joe Gibbs (3).

Samlað meting
Væntað verður, at lykilin til ein 49ers sigur, er teirra linebackers í Fred Warner og Dre Greenlaw. Verður hugt eftir omanfyrinevndu veikleikum hjá Mahomes, kunnu hesir spæla ein týdningarmiklan leiklut, í teirra roynd at bróta álopsspælið hjá Chiefs niður.

Lykilin til ein Chiefs sigur, harafturímóti, er móttakararnir av bóltunum frá Mahomes. Her er ein serlig sjóneyka sett á Travis Kelce, ið leikar sum tight end í offensivu linjuni hjá Cheifs. Hann hevur loftað 23 av 27 avleveringum, yvir 262 yards (240 metrar) í playoff dystunum. Fær hann sett hol á defensivu linjuna hjá 49ers, er lætt hjá Mahomes at skaffa liðnum stig.