Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

940 milliónir í lønum í januar

Í januar vórðu góðar 940 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru 72 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Hetta er ein vøkstur upp á 8,3 prosent

Vøksturin í lønargjaldingum hevur verið rættiliga javnur síðani á heysti 2020. 

Menninir áttu 60 prosent og kvinnurnar 40 prosent 

Í januar áttu menninir um 561 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til 60 prosent av útgoldnu lønunum. Tað eru 49 milliónir ella 8,7 prosent meira enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu um 377 milliónir, sum eru 27 milliónir ella 7,7 prosent meira enn sama mánað í fjør.

Vøkstur í øllum høvuðsvinnugreinunum

Lønargjaldingarnar innan ‘almennari o.a. tænastu’ eru vaksnar støðugt. Samanborið við sama mánað í fjør eru lønargjaldingarnar 9,3 prosent hægri. 

Í ‘privatum tænastuvinnum’ hevur eisini verið støðugur vøkstur seinastu árini. Vøksturin er 4,4 prosent í mun til sama mánað árið fyri.  

Í ‘byggivinnu o.a. tilvirking’ lækkaðu lønargjaldingarnar støðugt í næstan tvey ár eftir koronu. Nú vaksa lønirnar aftur við somu ferð, sum undan farsóttini. Samanborið við sama mánað í fjør eru lønargjaldingarnar vaksnar við 11,9 prosentum. 

Innan ‘fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu’ eru mánaðarligu sveiggini í lønargjaldingunum størri enn í hinum vinnugreinabólkunum. Vøksturin er 10,6 prosent í mun til sama mánað árið fyri.  

Lutfalsliga størsti vøkstur í byggivinnu o.a. tilvirking

Í talvuni niðanfyri eru lønargjaldingarnar seinastu tólv mánaðirnar taldar saman og samanbornar við undanfarna tíðarskeið.

Seinasta árið eru lønirnar í krónum vaksnar mest í ‘almennari fyristing v.m.’ við 199,4 milliónum krónum. Lutfalsliga er vøksturin størst í  ‘byggivinnu o.a. tilvirking’ við 8,6 prosentum. Fiskivøruídnaðurin er einasta vinnugreinin, sum hevur lægri lønarútgjaldingar samanborið við tíðarskeiðið frammanundan.

Lønargjaldingar, vinnugreinar

12 mánaðarskeið 2022/23 og 2023/24

 februar – januarmunur
 2022-232023-24mió. kr.%
Tilsamans11.244,011.903,2659,25,9
Almenn fyrisiting v.m.3.837,84.037,1199,45,2
Almenn o.o. tænasta3.837,84.037,1199,45,2
Privatar tænastuvinnur3.486,83.630,9144,14,1
Handil og umvæling1.017,41.050,933,53,3
Gistihús og matstovuvirki225,3225,70,40,2
Sjóflutningur449,4461,812,42,7
Flutningur annars380,2408,628,57,5
Postur og fjarskifti136,4142,35,94,3
Fígging og trygging374,2390,416,24,3
Vinnuligar tænastur502,4522,019,63,9
Húshaldstænastur127,3133,96,65,2
Felagsskapir, mentan o.a.274,3295,321,07,7
Byggivinna o.o. tilvirking1.705,61.851,5145,98,6
Skipasmiðjur, smiðjur331,3374,643,313,1
Annar ídnaður322,1342,720,66,4
Bygging956,01.029,573,57,7
Orku- og vatnveiting96,2104,78,68,9
Fiskivinna o.o. tilfeingisvinna2.213,82.383,6169,97,7
Landbúnaður25,626,00,41,6
Fiskiskapur1.113,91.208,194,28,5
Ali- og kryvjivirki575,7602,526,84,7
Ráevnisvinna60,572,211,619,2
Fiskavøruídnaður431,6429,5-2,1-0,5
Ótilskilað v.m.6,545,439,0603,7

Kelda:Hagstova Føroya

Les eisini...  Tað er vorðið munandi dýrari at búgva í Føroyum

Løntakarar búsitandi uttanlands áttu slakar 25 milliónir

Niðanfyri síggjast lønargjaldingarnar til løntakarar, sum búgva uttanlands. Í januar var talið á 24,6 milliónum ella 2,6 prosent av lønargjaldingunum. 

Lønargjaldingarnar til fólk búsitandi uttanlands vóru góðar 20 milliónir ella 46 prosent lægri í januar í mun til desember. Av hesum muninum áttu menn nítjan milliónir. Borið saman við januar í fjør er vøksturin 1,2 milliónir krónir ella fimm prosent.