Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Aðalorðaskifti um fólkaskúlan

Týsdagin í næstu viku verður aðalorðaskifti um fólkaskúlan í Løgtinginum

Týsdagin 20. februar verður aðalorðaskiftið um fólkaskúlan í Løgtinginum.

– Vónandi fáa vit eitt virðiligt, sakligt, áhugavert og mennandi aðalorðaskifti um fólkaskúlan. Fólkaskúlin er, hóast alt, grundarsteinurin undir útbúgvingarmøguleikunum hjá okkara ungu, harvið eisini framtíðarborgarunum í samfelagnum, skrivar Jona Højsted, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag, á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.

Ein tann mest umtalaða broytingin er floksstøddin, har tilmælið leggur upp til, at næmingatalið í flokkunum verður 20 næmingar, samstundis sum ynskiligt er, at tvílæraraskipanin verður styrkt munandi, soleiðis at tveir lærarar vera um flokkarnar.

Tilmælið leggur eisini upp til at: Meiri tíð verður til einstaka næmingin, lærarin verður førleikamentur, undirvísingin verður fjølbroyttari, handaligu og skapandi lærugreinarnar verða styrktar og møguleiki verður fyri samlæring.

– Skulu vit fanga áhugan hjá næmingunum, eitt nú í náttúru og tøkni, hevur tað týdning at næmingarnir stundum hava møguleika at arbeiða við evnum, teir sjálvir hava valt. Tað er ongin trupulleiki hjá læraranum at stuðla næmingunum í hesum arbeiði. Avbjóðingin er heldur tann, at tað er ymiskt, hvussu nógva hjálp næmingarnir hava brúk fyri. Eru næmingar, ið hava tørv á nógvari hjálp, gerst ov nógv bíðitíð hjá hinum næmingunum. Sostatt verður tað munandi lættari at arbeiða við ymiskum kanningararbeiði ella við ymiskum evnum, tá tveir lærarar eru um flokkin. Eisini í bókligu fakunum gerst tað munandi lættari at arbeiða fjølbroytt, um tveir lærarar eru um flokkin, samstundis sum tað lættir um trivnaðararbeiðið í flokkinum. Sostatt eru einans fyrimunir við at hava tveir lærarar í flokkunum, heldur Jona Højsted.

Kelda: Skúlablaðið