Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fiskivinnumálaráðið viðmerkir innslag í Degi og Viku

Dagur og Vika hevði eitt innslag í gjár, har spurnartekn varð sett við ognarviðurskiftini í einum felag, ið hevur fingið kvotu til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti, og tað hevur Fiskivinnumálaráðið nú eina viðmerking til

Eftir at Dagur og Vika í innslagi í gjár greiddi frá, at eitt danskt felag, Saga, hevur fingið kvotu til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti undir Føroyum, har útlendingar eiga 70 prosent í felagnum, so hevur Fiskivinnumálaráðið hesa viðmerking til innslagið:

“Í Degi og Viku mánakvøldið 26. februar 2024 varð greitt frá einari av umsóknunum / verkætlanunum, sum í ár hava fingið tillutað svartkjaft til vinnuligar fiskiroyndir. Spurnartekn varð sett við, hvørt tillutanin er í samsvari við ásetingarnar um ognarviðurskifti í sjófeingislógini (§ 11).

Í kunngerðini um fiskiskap eftir svartkjafti í 2024 eru 7.000 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir. Eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna eru fimm av teimum 14 umsóknunum játtaðar, og hava hesar fingið tillutað tey 7.000 tonsini, sum vóru tøk.

Í viðgerðini og raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum. Millum játtaðu umsóknirnar eru eins og undanfarin ár talan um bæði skip og virkir á landi. Í ár er talan um tvey skip, sum skulu gera royndir við trolútgerð, og trý virkir á landi, sum á ymiskan hátt virka svartkjaftin, so virðisøkingin verður størri enn við vanligari framleiðslu.

Ásetingarnar í lógini um sjófeingi um ognarviðurskifti fevna um vinnuligan fiskiskap og ikki um framleiðslu á landi. Í svarinum til umsóknirnar, sum hava fingið tillutað kvotu, er við tilvísing til § 50, stk. 4 í sjófeingislógini tilskilað, at fiskiskapurin kann bert fara fram við fiskifari undir føroyskum flaggi við veiðiloyvi, og kvoturnar kunnu bert nýtast av teimum skipum/bátum, sum eru nevnd í umsóknini og sum lúka ásetingarnar í sjófeingislógini fyri at fáa fiskiloyvi”.

Tað er smápartafelagið Saga, sum hevur fingið 1.200 tons av svartkjafti til vinnuligar fiskiroyndir.

Les eisini...  Rendi á og koyrdi avstað – hevur nú givið seg til kennar

Kringvarpið skrivar, at hetta felagið er 70 prosent danskt. 

Kringvarpið skrivar, at Føroyingurin Lars Larsen, sum býr í Juelsminde, eigur 35 prosent og tað sama ger Yuying Huang, sum eisini eigur 35 prosent, ella 70 prosent samanlagt. Yuying Huang býr eisini í Juelsminde.

Gestur Hovgaard, sum arbeiðir við lærda háskúlan í Nuuk í Grønlandi og hevur adressu á Kirkju, eigur saman við konuni, Anna Katrin Matras, við adressu í Havn, 25 prosent, meðan Eyðstein Eyðunsson Elttør, sum býr í Klaksvík, eigur fimm prosent.