Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eina millión í avlopi hjá NSÍ

Nes Sóknar Ítróttarfelag hevði aðalfund í gjár

Í gjár, hóskvøldið 15. Februar, hevði NSÍ sín árliga aðalfund.

Roknskapurin bleiv lagdur fram og góðkendur. Úrslitið vísti eitt avlop upp á eina góða millión.

Í formansrøðuni greiddi formaður í NSÍ, Karstin Joensen, millum annað frá, hvussu gongdin hevði verið í felagnum kappingarárið 2023. Ítróttarliga kann felagið frøast yvir flotta úrslitið hjá besta kvinnuliðnum, sum vann steypakappingina og endaði nummar tvey í landskappingini, og at felagið aftur hevði vunnið sær sess í bæði bestu og næstbestu mansdeildini

NSÍ hevur seinasta árið skipað seg eitt sindur øðrvísi. Felagið hevur sett ein stjóra í fulla tíð, ið tekur sær av øllum tí praktiska. Eisini hevur felagið sett eitt ungdómstoymið, sum hevur skipað allan ungdómsfótbóltin og staðið fyri ymiskum sosialum tiltøkum.

– Saman hevur hetta skapað eitt gott grundarlag fyri NSÍ, og sæst hetta aftur í vaksandi talinum av virknum limum í felagnum, sigur formaðurin.

Seinasta punkt á aðalfundinum var val av nýggjari starvsnevnd. Fimm limir høvdu undan aðalfundinum valt ikki at stilla upp aftur, og tey vóru Tanja Huneck, Bárður Højgaard, Annika D. Jacobsen, Oddvør Jacobsen og Dan Lamhauge. Tískil skuldu nýggir limir veljast inn í starvsnevndina. Fimm nevndarlimir stóðu fyri valið: Oddfríður Gaardbo, Annika Klein, Herbjørg Jøkladal, Wenzel Olsen og Høgni Lamhauge, og øll fimm blivu einmælt vald inn í nevndina.

Starvsnevndin hjá NSÍ sær tí soleiðis út:

Karstin Joensen, Andreas Lamhauge, Oddfríður Gaardbo, Annika Klein, Herbjørg Jøkladal, Wenzel Olsen og Høgni Lamhauge.

Nevndin skipar seg fyrst í komandi viku.

– NSÍ takkar Tanju, Bárður, Anniku, Oddvør og Dan fyri alt arbeiðið, ið tey hava gjørt fyri felagið. Vit gleða okkum til kappingarárið ’24, skrivar felagið á heimasíðu sínari.