Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Serbygdur AWI-bátur til Grønlands

Anguteeraq er serbygdur til fiskiskap í Grønlandi

– Vit eru fegnir um, at grønlendingar eru áhugaðir í okkara bátum. Teir byggja nýggjar bátar til útróður, meðan vit í Føroyum tíverri ikki byggja nýggjar útróðrarbátar, men endurnýggja og kanska forleingja okkara gomlu bátar, ella keypa brúktar úr útlondum.

Tað sigur Jóhan Hendrik Olsen, stjóri á AWI-boats/UniVise í Runavík, við Føroysku Sjómansmissiónina nú enn ein bátur hjá felagnum er seldur til Grønlands.

– Tað er felagið Aalisa ApS í Ilulissat, sum hevur latið bátin byggja. Hann er 39 føtur langur og hevur ein 266 hk. Volvo motor. Báturin er útgjørdur við tí nýggjasta, og á dekkinum er línu- og garnaspæl. Hann er eisini fyrireikaður til krabbafiskiskap og kann hava kassar ella kør í lastini, sigur hann.

AWI-boats í Runavík hevur serbygt bátin til fiskiskap í Grønlandi. Tað merkir, at hann er ísforstyrktur, hevur ísbrótarastevni og er væl bjálvaður. Eisini hevur báturin bógskrúvu.

– Tað er spenningur millum grønlendskar útróðrarmenn, tí vit hava ein 33 fót útróðrarbát í gerð.  Harafturat gera vit eisini ein 33 fót ferðamannabát, sum er sama slag sum tann, vit gjørdu í fjør, so tað er hugaligt, sigur Jóhan Hendrik Olsen.

Báturin, Anguteeraq, fer til Grønlands við farmaskipið ein av fyrstu døgunum.

– Vit eru fegnir um, at grønlendingar eru áhugaðir í okkara bátum, sigur stjórin í AWI-boats/UniVise, Jóhan Hendrik Olsen

Kelda og myndir: Føroyska Sjómansmissionin