Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroyingar hava altíð staðið seg væl í donskum fótbólti

Føroyingar hava gjørt um seg í donskum fótbólti heilt frá byrjan av.

Carl Johansen – Fótbóltspresturin

Carl Johansen var við til at stovna Boldklubben FREM 17. juli 1886, har hann eitt skifti virkaði sum formaður og eisini hevði ábyrgd av at skráseta allar dystir og at skriva um teir. Tískil eru allir teir fyrstu dystirnir hjá Frem til skjals. Fótbóltspresturin stovnaði eisini fótbóltsfelagið í Miðvági, MB, 22. januar 1905.

Tann 16. mars 1890 upprann tann heilt stóri dagurin, tá Frem, sum fyrsta danska felagið, vann 2-0 á Kjøbenhavns Boldklub orsakað av áhaldandi og ídnari venjing, m.a. møttu teir hvønn morgun klokkan 7 á Fælleden fyri at renna ein túr. Høvuðsorsøkin var helst, at nýtilnevndi heiðurslimurin, Johannes Heilbuth, hevði lovað 50 kr., um Frem vann. Fótbóltspresturin var ein av undangongumonnunum.

Poul Efffersøe meistari við KB

Poul Effersøe vann í 1890-91 danska meistaraheitið, sum tá var at rokna sum stríðið um Keypmannahavn, tí bert lið haðani luttóku, við Kjøbenhavns Boldklub. Árið eftir var Poul við til at stovna Tveraa Boldklub, sum í meira enn eitt tíggjuáraskeið var einsamalla fótbóltsfelagið í Føroyum.

Í Dimmalætting frá 24. juli 1926 verður Poul Effersøe lýstur soleiðis: “Han blev et ivrigt Medlem af Kjøbenhavns Boldklub, men dertil var hans Konstitution næppe stærk nok, hvortil kom, at man i de Tider herhjemme ikke var tilstrækkelig opmærksom paa Betydningen af Omklædning og varme Trøjer, naar man var ophedet af Spillet. I Klubbens den Gang meget primitive Lokale paadrog han sig en alvorlig Forkølelse, som medførte Blodspytning, og dermed begyndte han en langvarig Kamp mod at lade sig overvinde af Brystsygen.” Og víðari í øðrum minningarorðum verður sagt: “(…..) Fodboldklubben, han startede i Tveraa, da han kom hjem for at dø (…..)”

Gudmund Mortensen ímóti enskum yrkisleikarum

Tingakrossur frá 9. juni 1909 veit undir yvirskriftini En Champion. at siga, at ungi tvørámaðurin, Gudmund Mortensen, skuldi royna seg ímóti enskum Champions í Aarhus undir Landsframsýningini.

Tveir dagar eftir, at AGF hevði vunnið jútska meistaraheitið í 1909, har liðið vann 3-0 á Ringkøbing, møtti liðið manningini frá enska krússaranum Cornwall. Cornwall hevði 3-4 professionals á liðnum og hevði styrkt seg við góðum leikarum millum yvirmenninar, meðan AGF til dystin noyddist at skifta málmannin og annan verjuleikaran út. Týsdagin 15. juni 1909 vann Cornwall 2-1 á AGF, har Gudmund Mortensen allarhelst spældi í verjuni.

Les eisini...  Felag fyri bilasølur stovnað

Knud Nygaard meistari við AB

Knud Nygaard, læknin á Suðuroyar sjúkrahúsi, var ein framúr góður svimjari, men var hann eisini við til at vinna danska meistaraheitið í fótbólti við Akademisk Boldklub? Sambært Søren Brøndum Larsen spældi Knud Nygaard 40-50 dystir og skoraði 3 mál. Fyrsti dystur, sum hann hevur skrásett Knud, er 21. oktober 1917 móti B1903 og hin seinasti er 28. mars 1920. Hann spældi oftast vinstri vongur.

Í kappingini um danska meistaraheitið vann AB 3-0 á B1901 og Knud átti uppleggið til næsta málið. Sama summar umboðaði hann Stævnet (danskt úrvalslið) í Malmø. Dysturin endaði 7-7, har Knud skoraði eitt mál í hvørjum hálvleiki.

Knud er abbi Marc Nygaard, sum seinni spældi á danska landsliðnum og endaði fótbóltslívsleiðina hjá AB. Sum svimjari takkaði Knud nei til danska landsliðið og tað er framvegis ikki prógvað, at talan er um Knud Nygaard læknan, men tíðarlinjan passar sera væl:

14/7-1915: Mellemskoleeksamen

15/7-1916: Realeksamen í Havn (Dimmalætting)

30/8-1916: Ferðandi við Tjaldrinum til Keypmannahavnar (Dimmalætting)
1919: Byrjar at lesa til lækna

15/11-1925: Býr framvegis í Keypmannahavn sambært fólkateljing

Hugo Øster og Dia Sondum sælandsmeistarar

Tingakrossur frá 11. mars 1925 endurgevur norska blaðið Tidens Tegn: “To av Thorshavnsspillerne var i 1920 med paa det lag som vandt mesterskabet for Sjælland og en tredje, som for tiden opholder sig i Oslo, har i flere aar spillet i Kjøbenhavn.” Talan er um tríggjar HB-leikarar.

Teir báðir unglingarnir, Hugo Øster og Dia Sondum, vóru báðir farnir niður at ganga á handverkaraskúlan í Haslev. Har spældu teir á besta liðnum hjá skúlanum; Dia sum høgri bakkur og Hugo sum vinstri vongur. Tað var so mangan, at áskoðararnir kring vøllin skóru í rópið: “Skyd Øster”, greiddi Dia Sondum frá.

Talan hevur verið um B-bólkin, tí Roskilde Søstjernen vann A-bólkin, har 15 lið kappaðust. Í B-bólkinum spældu 27 lið í 8 økisbólkum og Haslev FC vann á Rørby. Hugo Øster verður eisini nevndur undir søguni hjá Haslev Fodboldd Club.

Hin triði var Petur Wiegelund, sum hevði fingist nógv við ítrótt, meðan hann lærdi skipasmíð í Keypmannahavn undir og eftir fyrra heimsbardaga. Hann var dugnaligur nevaleikari, og tað var um tað lagið, at hann kom á danska olympiska liðið til Amsterdam í 1920, men best var, at hann lætnaði ein vektarflokk, og hesa klænking toldi hann ikki, so olympiuferðin var av ongum.

Les eisini...  Ingilín: Skulu sleppa av við øll pantíløt á sama stað

Jógvan (hjá Aksali) Nolsøe sjeymálskjútti í sama dysti

Í 100-ára minnisritinum hjá Tvøroyrar Bóltfelag verður Jógvan hjá Aksali spurdur:

Hevur tú ongantíð leikað í útlondum? “Eg var við fyrstu ferð føroyingar leikaðu í Hetlandi og Íslandi. Og eina tíð arbeiddi eg í Faxe Ladeplads í Danmark. Hetta er eitt lítið pláss, so eg leikaði við teimum og royndi at leggja teimum lag á. Onkur frá Præstø hevði fingið eygað á meg. Teir skuldu leika móti Næstved og komu so til mín og fingu lokkað meg til at skifta navn til Aage og leika við teimum mót Nærstved.” Føroyatíðindi frá 26. juli 1920 veit at siga: “En af T. B.s tidligere Spillere udmærkede sig for nylig ved en Provinskamp i Danmark ved at lave 7 Maal af de 14, der opnaaedes af hans Hold.”

Hann var tann einasti, sum var við til at vinna TB bæði von Mehren-steypið í 1912 og Bulldog-steypið í 1932.

Valdemar Rein viðurkendur á fleiri donskum liðum

Í Keypmannahavn spældi Valdi á besta liðnum hjá ØB (Østerbro Boldklub), og seinni á besta liðnum hjá Køge Gymnastik & Idrætsforening, sum í 1927 gjørdist Køge Boldklub. Dimmalætting hevur í 1922 mynd og umrøðu av dysti í steypakappingini, har Køge vann 2-1 á HB (Handelsstandens Boldklub). Um Valdemar stendur: “Han har spillet i forskellige klubber og overalt faaet anerkendende Omtale.”

Valdemar Rein (hjá Pedda) var við til at stovna HB í 1904.

Sniolvur Jacobsen skaraði framúr sum fótbóltsspælari

Sniolvur fór ungur at spæla fótbólt. Hann vann seg upp á besta liðið hjá felagnum KFUM í Keypmannahavn, sum tá var eitt av teimum góðu liðunum í Danmark. Hann kom við KFUM til Føroyar at spæla móti HB í 1925. Hann skeyt fleiri mál á túrinum.

Tað segðist, at hann var á “Alliancens” úrvalsliði í Keypmannahavn, sum spældi móti enskum liði í Ítróttaparkini. Talan hevur neyvan verið um “Stævnets” úrvalslið, tí tað er væl skrásett í Dansk Fodbold, sum Johannes Gandil lat út í 1939.

Les eisini...  Vinn atgongumerki til Lollipops og Black Birds

Sniolvur var liðskipari og skoraði fyrsta landsliðsmálið fyri Føroyar í 1930, tá var hann komin heim at fáa lív aftur í KÍ, har hann spældi árini 1927-31.

Haldur Lasthein fyrsti landsliðsleikari hjá AGF

Í 1923 gjørdist Thorvald Schultz frá Vejen fyrsti danski A-landsliðsleikari uttan fyri Keypmannahavn, meðan Haldur Lasthein frá AGF sum 20 ára gamal fekk landsliðsboð í 1925 í staðin fyri Poul Jensen (“Pølse”), sum spældi hálvfinalu í steypakappingini fyri B.93. Úttøkan fekk nógva umrøðu, tí fleiri hildu, at hann fekk landsliðsplássið sum gávu, tí danska landsliðið spældi fyrstu ferð nakrantíð uttan fyri Keypmannahavn og fyri at tekkjast staðbundnu fjepparunum, so fekk ein staðbundin leikari landsliðsboð.

Haldur gjørdist sostatt fyrsti danski landsliðsleikarin hjá AGF, tá Danmark spældi 3-3 ímóti Finnlandi í Aarhus Idrætspark. Tað gingu trý ár, áðrenn hann aftur fekk landsliðsboð í 1928 og uppaftur 3 ár, áðrenn hann fekk landsliðsboð fyri seinastu ferð í 1931, men tá spældi hann 2 landsdystir. Tríggjar teir seinastu umboðaði hann B.93.

Áðurnevndi Gudmund Mortensen var systkinabarn mammu hansara, Súsonnu, og Haldur vann danska meistaraheitið fýra ferðir við B93 (1929, 1930, 1934 og 1935).

Sofus Mikkelsen vandi eisini við B93

Tingakrossur veit tann 11. september 1935 at siga, at ”Ein hin frægasti bóltspælari hjá okkum, center forward hjá ”K.Í.” sum nú er staddur í Keypmannahavn, er vorðin limur av bóltfelagnum ”B. 1893”. Sofus Michelsen eigur frálík evni sum bóltspælari og undir venjing av sjálvum Michael Rohde fer óivað okkurt gott at spyrjast burtur úr.” B93 var besta liðið í Danmark tá.

Ein spádómur í nostradamiskum vavi, tí Sofus Mikkelsen gjørdist sanniliga høvuðskraftin aftan fyri fótbóltsspælið í Norðoyggjum undir seinna heimsbardaga. Hann fekk eisini ein silvursteyp á ársaðalfundinum 1943, tí hann var kosin besti KÍ leikari sama ár og blaðið Tímin sparir heldur ikki upp á rósurnar eftir 40-ára fótbóltsstevnuna hjá HB í 1944: ”Vert er at nevna tann eina mannin, Sofus Mikkelsen, ið spælir ”centerhalf”. Hann er sjómaður og er farin um 30 ár. K. Í. skyldar honum tøkk fyri hansara ídni, sum hevur verið og er felagnum til heiðurs.” Sofus var bróðursonur Dánjal Jákup Mikkelsen, sum átti stykkið, har leikvøllurin er.