Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dania flest tilnevningar

Í dag varð kunngjørt hvørji eru tilnevnd til FMA-virðislønir í ár

Tað er 11. árið, at Faroe Music Awards (FMA) verður hildið, og aðru ferð, at Tónleikasambandið er samskipari.

13 virðislønir verða latnar í ár, og sambært fyriskipararanum, skulu virðislønirnar endurspegla limafeløgini og tónleikaumhvørvið.

Verður hugt eftir nøvnunum hjá teimum, sum eru innstillaði til virðislønir, so gongur eitt navn aftur sjey ferðirnar, og tað er Dania O. Tausen, sum bæði er í uppskoti í egnum navni og eisini saman við bólkinum, Aggrasoppar.

Tey tilnevndu eru:

ÁRSINS TÓNASMIÐ
Tróndur Bogason
Eyðfinn B. Lamhauge
Mikael Blak
Janus Rasmussen
Benjamin Djurhuus

ÁRSINS TÓNLEIKARI
Jan Rúni Poulsen
Sigrið F. Hansen
Per Ingvaldur Højgaard Petersen
Benjamin Djurhuus
Ólavur Gaard

ÁRSINS MYNDLISTARLIGI SAMLEIKI
Brimheim
Dania O. Tausen
Einangran
Klingra
Kóboykex

ÁRSINS SPÍRI
Katari
jazzygold
SUPERVISJÓN
Andrias Blaasvær
Adrenaline

ÁRSINS KLASSISKI PRÍSUR
Tróndur Bogason – The Distance Between Us (Útgáva)
Kristina Thede Johansen – SANSA Føroyar” (Debut konsert)
Eli Tausen á Lava – Ein Tónleikalig Vangamynd (Konsert)
Sámal Jákup Jakobsen – Heimasvitan (Útgáva)
Anna Katrin Ø. Egilstrøð – From Harbour To Harbour (Konsert)

ÁRSINS SERÚTGÁVA
SUPERVISJÓN – FAST TRAKK
Aldubáran – The Distance Between Us
A15 – A15
ORKA – All At Once
Klingra – …eftir

ÁRSINS LAG
Beinir – Greener
Brimheim – Literally Everything
Dania O. Tausen – kann eg hava armin soleiðis her?
Jónas Gaard (feat. Sigrið) – Farin
Byrta – Vak meg ei

ÁRSINS ÚTGÁVA
Dania O. Tausen – ja/nei – og restin av vikuni
Marius Ziska – RÚM
Jógvan – Tøgn
Einangran – Vendir vindar
AGGRASOPPAR – døgurðaslang

Virðislønir uttan tilnevningar eru:

ÁRSINS TEKSTUR
ÁRSINS ÁTAK
ÁRSINS ÚTFLUTNINGSHEIÐURSLØN
HEIÐURSPRÍSUR
ÁRSINS FMA

Les eisini...  Løgreglan: Vísið varsemi í ferðsluni

FMA verður í Norðurlandahúsinum tann 9. november.

Vertir vera Rólant Waag Dam og Siri Súsonnudóttir Hansen.