Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mathias Voss skrivað undir við HB

FIFA-reglar fyri ungar spælarar gjørdi tað torført hjá Mathias Voss at fara til felag uttanfyri Føroyar, og nú hevur fyrrverandi 07 Vestur-spælarin skrivað undir við Havnar Bóltfelag

Leingi lá í kortinum, at 22 ára gamli høgri bakkurin fór at spæla í Norra, men hetta bleiv av ongum.

FIFA reglar fyri ungar spælarar ger tað trupult at skifta felag, hevur hesin spælarin spælt við felag til hann er upp til 21 ára gamal, og júst Mathias Voss hevur spælt við 07 Vestur seinastu tvey kappingarárini, og tú hevur felagsliðið úr Vágum rætt til pening, fór Mathias at spæla fótbólt í einum av hægri deildunum – eitt nú í Norra, har hann varð settur í samband við felag, ið vann sær uppflyting í bestu norsku deildina. Tað hevur bolt.fo áður skrivað eitt sindur um.

Tí var Mathias Voss sinnaður at halda fram í Føroyum, og nú er greitt, at tað verður í HB, at ungi bakkurin fer at spæla komandi árið.

Mathias Voss hevði í fjør sjey upplegg, og var ein av bakkunum í Betri Deildini við flest uppleggum.

22 ára gamli danin hevur verið sera eyðsýndur hjá 07 Vestur seinastu tvey kappingarárini, og er skrásettur fyri 47 dystir í Betri Deildini, har hann hevur skorað eitt mál.