Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kappast í Prag

Føroyska landsliðið í inniróðri er ávegis til Prag at kappast um heimsmeistaraheitið í inniróðri

Á liðnum eru fimm kvinnur, sum skulu luttaka í U23 og opnum bólki í 500 og 2000 metrum, umframt í liðkapping fyri kvinnur og blanda lið.

Sarita Kristina Hansen luttekur í LW23-39. Sarita hevur luttikið í altjóða kappingum í inniróðri í fleiri ár, Sarita er m.a. fleirfaldur evropa- og heimsmeistari. Umframt at vera rógvari, hevur Sarita seinastu tvey árini eisini verið landsliðsvenjari hjá føroysku landsliðunum í inniróðri, bæði fyri juniorar og vaksin. Sarita er dagliga knýtt at KíF-kappróður, har hon er venjari og róðurskvinna.

Kristina Roest luttekur í W23-39. Hetta er fyrstu ferð Kristina umboðar Føroyar uttanlands. Hon hevur tó luttikið í heimligu inniróður kappingunum á nøkur ár og hevur luttikið í føroyskum kappróðri í fleiri ár. Kristina er knýtt at FSR.

Sára Maria Johansen luttekur eisini í W23-39. Dagliga býr Sára Maria í Danmark, har hon er í lestarørindum. Sára Maria er knýtt at róðrarfelagnum KVIK og er í løtuni ein partur av einum bruttohópi til eitt áttaraprojekt hjá danska landsliðnum.

Vár Guriardóttir Hansen luttekur í W21-22. Vár hevur luttikið í altjóða inniróður kappingum í fleiri ár og hevur eisini verið sjónlig í heimligu kappingunum. Vár var í 2023 á danska landsliðnum í skullara.

Zoe E. Dickson skal luttaka í LW21-22. Zoe býr í Danmark, har hon er í lestrarørindum og er knýtt til róðrarfelagið DSR. Zoe luttók við góðum úrsliti í dupultskullara á danska ungdómslandsliðnum í 2023. Í løtuni er hon knýtt at einum OL-projekti í dupultskullara.

Sí umtaluna World Rowing hevur á heimasíðu sínari her

Føroysku rógvararnir kappast hesar tíðir (føroyskar tíðir)

Les eisini...  Dennis Holm vil lova línuskipum og útróðrarbátum á Føroyabanka aftur í ár

Fríggjadagin verður róð 500 metrar og liðkapping.

117        14.16                    M19-20                Símun Tórur Joen-Jacobsen                           (luttekur virtuelt)

118        14.23                    LW21-22              Zoe E. Dickson

119        14.30                    W21-22               Vár Guriardóttur Hansen

120        14.39                    LW23-39              Sarita K. Hansen

121        14.46                    W23-39               Sára Maria Johansen

Kristina Roest

130        17.28                    W Team               Faroese Vikings (Zoe, Sarita, Vár, Kristina)

Leygardagin kappast allar 2000 metrar og liðkapping.

220        13.06                    W21-22                Vár G. Hansen

                                           LW21-22              Zoe E. Dickson

225        14.48                    LW23-39              Sarita K. Hansen

228        15.28                    W23-39                Sára Maria Johansen

                                                                       Kristina Roest

229        15.51                    Mix Team             Mass Movers (Vár, Sára Maria + 2)
North Atlantic Racing Organisation (Sarita + 3)

Úrslit og myndir frá kappingini kunnu síggjast á innirodur.rsf.fo, á Instagram vanganum Faroeserowing og á Facebook vanganum hjá Róðrarsamband Føroya.