Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Arbeiðsloysið eitt prosent í januar

Arbeiðsloysið var eitt prosent í januar. Tað er á leið tað sama sum fyri ári síðani, tá tað var 0,9 prosent

(Dagført 26. januar klokkan 14:02): Gev gætur, at greinin er broytt, eftir at gjørt varð vart við, at tulkingin av hagtølunum hjá Hagstovu Føroya í upprunagreinini ikki var beinrakin.

Arbeiðsloysið var 1,0 prosent í januar, sum svarar til 316 fulltíðararbeiðsleys. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysið 0,9 prosent, ið svarar til 282 fulltíðararbeiðsleys. 

Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin. Í januar vóru 379 persónar raktir av arbeiðsloysi. Tað er 51 fleiri enn januar í fjør. 

Menninir eiga vøksturin

Í januar vóru 187 fulltíðararbeiðsleysir menn, sum svarar til 1,2 prosent. Hetta er ein vøkstur á 0,3 prosentstig samanborið við sama mánað í fjør. Hjá kvinnum var fulltíðararbeiðsloysistalið á 129, sum svarar til 0,9 prosent. Samanborið við januar í fjør hava tær eina lækking við 0,1 prosentstigi. Sostatt er orsøkin til vøksturin at finna í tølunum hjá monnunum. Munurin í arbeiðsloysisprosentunum millum kynini er harvið eisini vaksin eitt vet og er á tí størsta síðani desember 2021. 

Lægst í Vágum og Norðoyggjum

Landkortið vísir arbeiðsloysið eftir øki. Í januar var arbeiðsloysið lægst í Norðoyggjum við 0,6 prosentum og í Vágum við 0,7 prosentum.  Í Suðuroynni var arbeiðsloysið hægst við 1,5 prosentum. 

Arbeiðsloysið lægst millum tey 55 til 66 ára gomlu

Av teimum 55-66 ára gomlu eru 0,8 prosent arbeiðsleys. Størsta arbeiðsloysið er millum tey 25-34 ára gomlu við 1,4 prosentum.   

Flest eru arbeiðsleys í ein til tríggjar mánaðar 

Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Í januar vóru 379 persónar raktir av arbeiðsloysi, og av teimum hava væl 40 prosent verið arbeiðsleys í 1-3 mánaðar. Hesin bólkurin er sum oftast størstur, men samanborið við sama mánað í fjør er hann vorðin lutfalsliga størri.