Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Politiið sóknast eftir vitnum

Hetta er í samband við ein tilburð, ið hendi uttanfyri No 12 í Gundadali 17. februar

Føroya Politi skrivar, at í samband við, at ein 19 ára gamal maður um midnáttarleitið tann 17. februar 2024 var funnin lívleysur uttanfyri No 12, sum er eystanfyri skýlið á Tórsvølli í Gundadali, so sóknast politiið eftir møguligum vitnum, sum hava verið har um leiðir og sæð mannin ella hoyrt um hendingina.

Tann 19 ára gamli maðurin doyði dagin eftir á Landssjúkrahúsinum.

– Heldur tú teg hava sæð ella hoyrt okkurt, sum hevur við hendingina at gera, vinarliga ring á politistøðina á tlf. 114 ella 351448, skrivar Føroya Politi.