Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

FC Bayern München fyllir 124 ár í dag

Teir byrjaðu við fimleiki, men ynsktu heldur at spæla fótbólt.

Týska Männer-Turn-Verein München von 1879 e. V. (Fimleikafelagið í München frá 1879 fyri mannfólk; stuttstavað MTV München)  varð stovnað 29. juni 1879, men tann 27. februar í árinum 1900 tóku ellivu fótbóltsleikarar í München seg úr gamla ítróttafelagnum fyri at stovna FC Bayern München. Nýggja felagið gjørdist eitt tað mest vinnandi fótbóltsfelagið í heiminum, og higartil hevur felagið vunnið 33 meistaraheiti, 20 steypafinalur og 8 europeisk steyp.

Teir ellivu leikararnir vóru limir í  Männer-Turn-Verein München, sum legði høvuðsdentin á fimleik. Tá meirilutin í felagnum sýtti fótbóltsdeildini at fara uppí týska fótbóltssambandið, tóku teir ellivu seg úr felagnum og byrjaðu sítt egna felag. Teir valdu Franz John til at vera fyrsta forsetan í felagnum.

Bayern vann beinanvegin nakrar økiskappingar og vann síðani fyrsta meistaraheitið í 1932 undir leiðslu av venjaranum Richard Kohn. Jødin Kohn flýddi í 1933 undan triðja Ríkinum og Bayern hevði eitt slakt tíðarskeið, sum vardi øll krígsárini. Miðskeiðis í 1960-árunum blómaði felagið aftur við leikarum sum Franz Beckenbauer, Gerd Müller og Sepp Maier.

Týska Bundesligain byrjaði í 1963, men tá hugt varð 12 ár aftur í tíð, hevði Bayern München ikki staðið seg nóg væl, men noyddist at spæla økiskapping fyri sunnan. Jugoslavin Zlatko “Tschik” Čajkovski varð settur í starv og Bayern München kveistraði alla mótstøðu til viks, tí endin varð, at Bayern München vann økiskappingina við málmuninum 146-32 í 1964-65, sum framvegis er met.

Fyrsta árið í bestu deildini endaði Bayern München á 3. plássi og í 1969 vann felagið fyrsta meistaraheitið í Bundesliguni. Felagið vann eisini steypafinaluna og sostatt greipuna sama ár. Síðani hevur felagið mestsum havt einarætt upp á týska meistaraheitið. Felagið vísti seg eisini fram á altjóða pallinum, tá felagið vann trý Europa Cup fyri meistaralið á rað (1974-76) og síðani aftur í 2001, 2013 og 2020 (nú nevnt UEFA Champions League).