Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrsti landsdystur hjá Diego Maradona

Hann gjørdist kanska heimsins besti fótbóltsleikari nakrantíð.

Tann 27. februar 1977 vann Argentina 5-1 á Ungarn í einum venjingardysti. Tað var í hesum landsdystinum, at 16 ára gamli Diego Armando Maradona spældi fyrsta A-landsdystin.

Tá hevði Ungarn staðið seg betur í altjóða fótbólti, tí liðið hevði verið í tevimum HM-finalum (1938 og 1954), vunnið trý OL-gull (1952, 1964 og 1968) umframt silvurkrónur í 1972. Men afturgongdin var sjónlig, tí liðið megnaði ikki at vinna seg til HM 1974, ikki til OL í 1976 og ei heldur til EM 1976. Argentina hevði verið í OL-finaluni í 1928 og HM-finaluni í 1930, men hevði einamest gjørt seg galdandi í Suðuramerika, har liðið hevði vunnið 12 Copa América.

Okkurt um 60.000 áskoðarar møttu á Bombanera í Buenos Aires fyri at síggja dystin. Longu í steðginum førdi Argentina 4-0, har Daniel bertoni skoraði eitt hattrikk (11’, 18’ og 44’) og einum máli frá Leopoldo Luque (37′). Luque økti til 5-0 beint eftir steðgin, áðrenn ungarski innskiftarin, Zombori Sándor, minkaði um munin í 61. minutti.

Minuttin eftir skifti Argentina tveir av sínum leikarum út, har Jorge Benítez kom inn á vøllin fyri Ricardo Villa, meðan Luque mátti víkja fyri unga miðvallaleikaranum hjá Argentinos Juniors: Diego Armando Maradona. Tað var samstundis fyrstu ferð, at Maradona, sum seinni gjørdist heimsins besti leikari, spældi á argentinska A-landsliðnum. Tilsamans spældi Maradona 91 landsdystir og hóast hann ikki slapp við í HM-hópin, tá Argentina vann HM á heimavølli í 1978, so var hann heilt stóra stjørnan, tá Argentina aftur gjørdist heimsmeistari í 1986.