Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Gjørdist heimskendur upp á brotsspark

Tey fyrstu sjey brotsspørkini í finaluni um europameistaraheitið í 1976 sótu væl. Tjekkoslovakar høvdu skorað fýra og vesturtýskar trý, tá fyrrverandi formaðurin hjá Bayern München, Uli Hoeneß, brádliga brendi. Antonín Panenka átti avgerðina.

Sigur tú navnið Antonín Panenka, so vita tey flestu, at talan er um eitt nasadjarvt brotsspark. Vit eru á Marakana leikvøllinum í Beograd tann 20. juni 1976. Klokkan nærkast 22.30, myndamenninir sita á reyðu mottuni, sum verður brúkt til longdarlop og lýsingarnar vísa Kase von Holland, Rowenta og Yankie. Vesturtýskland hevði verið afturúr 0-2 ímóti Tjekkoslovakia, men høvdu vunnið seg innaftur í dystin, fingið longda leiktíð og nú skuldi dysturin avgerast upp á brotsspørk, men Uli Hoeneß sparkaði bóltin upp um málið. Skoraði Panenka so gjørdist Tjekkoslovakia europameistari á fyrsta sinni.

Antonín Panenka varð føddur í Prag í 1948. Hann var níggju ára gamalur, tá hann byrjaði at spæla við ungdómsdeildini hjá Bohemians Praha 1905, har hann í dag er formaður. Hann spældi fyrsta dystin á besta liðnum sum 18 ára gamalur, har hann vísti seg fram við góðum bóltførleika sum álopssinnaður miðvallarleikari og var serfrøðingur í deyðbóltsstøðum.

Panenka spældi fyrsta landsdystin í undankappingini til HM 1974 í Vesturtýsklandi, har Tjekkoslovakia snávaði eftir ein 1-1 javnleik í Ítróttaparkini ímóti Danmark, meðan undankappingin til EM 1976 eydnaðist betri, hóast byrjanin var vanlukkulig, tá Tjekkoslovakia legði fyri við at tapa 0-3 fyri Onglandi á Wembley. Ongland hevði júst fingið nýggjan landsliðsstjóra, Don Revie, og nýggjar blusur við reyðum og bláum litum niður eftir akslunum, tá Admiral avloysti Umbro sum klædnafyritøka.

Dystin eftir snávaði Ongland ímóti Portugal, tá dysturin endaði 0-0. Malcolm Macdonald skoraði øll 5 málini fyri Ongland í 5-0 sigrinum á Kypros, sum eisini tapti 0-4 fyri Tjekkoslovakia, tá Antonín Panenka gjørdist trímálskjútti, har hann skoraði upp á eitt “vanligt” brotsspark. Tjekkoslovakia vann síðani heili 5-0 á Portugal, meðan Ongland vann 1-0 á Kypros.

Les eisini...  FC Bayern München fyllir 124 ár í dag

Nú var spenningur undan seinna dystinum millum Tjekkoslovakia og Ongland í Bratislava tann 29. oktober 1975. Liðini høvdu spælt í 17 minuttir, tá dómarin steðgaði dystinum orsakað av mjørka. Støðan var 0-0. Dagin eftir møttust liðini aftur og Mick Channon legði Ongland á odda, har Kevin Keegan átti uppleggið, men Zdeněk Nehoda javnaði beint fyri steðgin. Í seinna hálvleiki drønaði Marián Masný eftir høgra vongi og legði innfyri til Dušan Galis, sum skallaði bóltin í málið. Tá Ongland aftur snávaði ímóti Portugal, so kundi Tjekkoslovakia vinna seg til í fjórðingsfinaluna við einum sigri á Cypros. Tjekkoslovakia vann 3-0.

Í fjórðingsfinaluni skuldi Tjekkoslovakia møta Sovjetsamveldinum undir leiðslu av Valeriy Lobanovskyi. Í fyrra dystinum vann Tjekkoslovakia 2-0, tá Jozef Móder skoraði til 1-0 og Antonín Panenka skeyt eitt fríspark í málið. Í seinna dystinum skoraði Jozef Móder, tá liðini spældu javnleik 2-2.

Vertslandið Jugoslavia hýsti síðani EM-endaspælinum, har Vesturtýskland, Tjekkoslovakia, Holland og Jugoslavia luttóku. Lutakastið gav Tjekkoslovakia ímóti Hollandi í hálvfinaluni. Holland, sum hevði Johan Cruyff, Johan Neeskens, Johnny Rep og Rob Rensenbrink á liðnum, men fyreikingarnar høvdu verið merktar av innanhýsis stríði. Undan HM 1974 gjørdust Cruyff og besti málmaðurin hjá Hollandi, Jan van Beveren frá PSV Eindhoven, óvinir, tá van Beveren sýtti fyri at lata verfaðirin hjá Cruyff taka sær av stuðulsavtaluni. Cruyff syrgdi fyri einum bardaga undir venjing og hollendski landsliðsvenjarin, George Knobel, stuðlaði stjørnuleikaranum, so málmaðurin tapti innanhýsis valdsstríðið. Áðrenn dystin kom tað eisini undan kavi, at venjarin steðgaði eftir endaspælið eftir stríð við forsetan í hollendska fótbóltssambandinum, Jaques Hogenwoning. Hollendarar høvdu eisini eitt brennandi ynski um uppreisn eftir HM 1974.

Hollendarar løgdu út sum eitt óløgi, men tá ið 19 minuttir vóru leiktir, gjørdi Wim Jansen fríspark ímóti Zdeněk Nehoda, sum Panenka sendi innfyri og liðskiparin, Anton Ondruš, skallaði í málið. Seinni sparkaði Willy van de Kerkhof sama Anton Ondruš í búkin, men fekk bara gult kort. Hinvegin fekk Jaroslav Pollák seinna gula kortið og tískil reytt, tá hann feldi Neeskens. Ondruš var aftur í miðdeplinum, tá hann við sjálvmáli javnaði fyri Holland, men Neeskens fekk eisini reytt, tá hann feldi Nehoda. Longd leiktíð, har bæði liðini vóru 10 mans á vøllinum.

Les eisini...  Hunter Biden fer at játta seg sekan

Dómari var walisiski Clive Thomas, sum kolldømdi headaran frá Zico undir HM-endaspælinum í 1974, tá hann floytaði dystin av beint áðrenn, at Zico skallaði bóltin í málið. Árið eftir kolldømdi hann sigursmálið hjá Everton ímóti Liverpool, tá ongin annar sá, at Everton-leikarin hevði havt hondina á bóltinum. Hann fekk aftur ein høvuðsleiklut eftir seks minuttir í longdu leiktíðini, tá Panenka feldi Cruyff. “Spæl víðari”, rópti Thomas og bólturin varð sparkaður frameftir. Innskifti František Veselý spurtaði eftir høgru síðu og legði innfyri til Nehoda, sum skallaði bóltin í málið. Miðvallarleikarin, Wim van Hanegem, gjørdist í øðini og fekk gult kort á øðrum sinni. Í frágreiðingini skrivaði Clive Thomas, at van Hanegem fekk seinna gula kortið, tí hann rann ov tíðliga inn á mótstøðuhálvuna, tá dysturin byrjaði aftur. František Veselý skoraði til 3-1, tá hann rundaði Piet Schrijvers í hollendska málinum.

Í hinari hálvfinaluni var Vesturtýskland afturúr 0-2 ímóti Jugoslavia, men fyrst minkaði Heinz Flohe um munin, áðrenn Dieter Müller fekk eitt trítyssi av málum. Vesturtýskland vann 4-2 eftir longda leiktíð.

Finalan var ein tann allarbesta nakrantíð. Átta minuttir vóru spældir, tá Ján Švehlík legði Tjekkoslovakia á odda 1-0 og Karol Dobiaš økti, tá 26 minuttir vóru leiktir. Marián Masný kundi økt til 3-0, tá hann var einsamallur við Sepp Maier. Stutt eftir minkaði Dieter Müller um munin og Bernd Hölzenbein javnaði beint fyri leiklok, tá Rainer Bonhof sendi eitt hornaspark innfyri.

Í longdu leiktíðini fingu bæði liðini sínar málmøguleikar, m.a. bjargaði Sepp Maier einum frísparki frá Panenka, men fyri fyrstu ferð fingu vit eina brotssparkskapping í einari stórari kapping. Eftir røttum áttu liðini havt spælt eina nýggja finalu tveir dagar seinni, men týska fótbóltssambandið hevði skotið eina brotssparkskapping upp, tí tríggir dystir í minni enn eina viku hevði verið ov tyngjandi.

Antonín Panenka og Sepp Maier andlit til andlits. Skoraði Tjekkoslovakin, so var kappingin avgjørd. Panenka byrjar at renna fram til bóltin okkurt um fýra metrar uttan fyri brotsteigin, eitt sindur til vinstru fyri bóltin. Fyrst rennur hann títt, smá fet, áðrenn fetini gerast longri og longri. Hann letur sum um, at hann tekur eitt vanligt brotsspark og tað sær natúrligt út. Tvey fet frá bóltinum slakkar hann av, vinstri armurin sveiggjar aftureftir og gevur honum javnvág, meðan Sepp Maier flytur seg á strikuni og tveitir seg. Panenka smekkar ikki til, men ístaðin lobbar hann bóltin mitt í málið og Sepp Maier, sum er farin til sína vinstru síðu, kann onki gera. Framman fyri øllum europeiska fótbóltsheiminum hevði Panenka eyðmýkt Maier, sum ikki tosaði við Panenka í fleiri ár eftir brotssparkið. Men Panenka hevði ofta skotið soleiðis fyrr, men Maier hevði sjálvandi ikki sæð dystirnar hjá Bohemians og kendi sostatt ikki “nýggja” sparkið. Í eini tvey ár hevði Panenka eisini vant brotssparkið hvønn dag saman við málverjanum Zdeněk Hruška. Síðani hava eitt nú Thierry Henry og Andrea Pirlo skotið eitt “Panenka”-brotsspark.

Les eisini...  Kvinnudystur sendi sjokkbylgjur

Bohemians vann ongantíð nakað steyp í tjekkoslovakiskum fótbólti, men Panenka varð kosin ársins tjekkoslovakiski leikari í 1980; sama ár sum Tjekkoslovakia vann bronsukrónur undir EM 1980 í Italia. Árið eftir skifti hann til eysturríkska liðið Rapid Wien, har hann vann tvey meistaraheitið og eina steypakapping. Hann varð eisini skiftur inn, tá Rapid Wien tapti 1-3 fyri Everton í Europa Cuppini fyri steypavinnarar í 1985.