Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hjálpardómari í 25 ár

Dan Højgaard úr Rituvík fer nú undir sítt 25. ár sum hjálpardómari í føroyskum fótbólti

Farna vikuskifti vóru úrmælingadómararnir og dómaraeygleiðararnir savnaðir á Hotel Føroyum, har seinastu brikkarnir í samband við fyrireikingarnar til komandi kappingarár vórðu lagdir upp á pláss.

Ein av teimum, sum hevur verið við í nógv ár, er Dan Højgaard. Fryntligi rituvíkingurin tók dómaraprógv í 1998, og tvey ár seinni, tann 4. juni í 2000, var hann partur av tríbólkinum, ið dømdi dystin millum B71 og FS Vágar í 1. deild, sum fremsta deildin kallaðist tá.

Spurdur, um tað er nakað ávíst, ið hjálpardómararnir fara at hava fokus á í ár, sigur Dan Højgaard, at tað serliga eru nýggju tulkingarnar í samband við rangstøða, har teir skulu meta um, um bólturin “støkkur”, ella verður spældur undir kontrol. Rangstøða er nevniliga eini 80 prosent av arbeiðinum hjá einum hjálpardómara.

– Annars er stóra avbjóðingin at hava gott støðusnildi – at vit duga at meta um støðuna, áðrenn hon hendir. Betri eg verði til tað, betri og rættari avgerðir klári eg at taka.

Dan Højgaard leggur afturat, at tað er vorðið alt meira krevjandi at vera hjálpardómari, tí fótbólturin er blivin nógv skjótari seinastu árini.

– Vit skulu vera væl fyri kropsliga, so vit kunnu vera á linju, samstundis sum vit skulu hava mentalt yvirskot, so vit kunnu taka rættar avgerðir.

Síðani Dan Højgaard byrjaði at døma fyri skjótt 25 árum síðani, hevur hann verið hjálpardómari í meira enn 600 dystum. Talan er tískil um ein av okkara royndu hjálpardómarum, sum eftirhondini hevur roynt tað mesta. Tó er ein dystur, ið stendur sterkur í minninum.

Les eisini...  2. kvinnufinalan í kvøld

– Eg minnist serliga væl síðsta dystin í 2019, millum B36 og KÍ. Gundadalur var á tremur við áskoðarum, og har var ein øgiligur larmur. Tá vit stóðu í hurðini í B36-húsinum, klárir at renna inn á vøllin, segði Alex Troleis: “Í dag ganga vit inn. Hendan løtan skal njótast”. Og tað bleiv ein fantastiskur dystur, við høgari leikferð, samstundis sum nógvar avgerðir skuldu takast, fortelur Dan Højgaard.

Fótbóltsárið 2024 byrjar leygardagin 2. mars, tá KÍ og HB fara á Tórsvøll at dystast um Lions Stórsteypið. Avspark verður klokkan 17:30.

Myndirnar niðanfyri eru frá farna vikuskifti, tá úrmælingadómararnir og dómaraeygleiðararnir vóru savnaðir á Hotel Føroyum, har seinasta hond varð løgd fyri fyrireikingarnar til fótbóltsárið 2024.

Urmalingaskeid_23-02-2024_2000-33

Urmalingaskeid_23-02-2024_2000-32

Urmalingaskeid_23-02-2024_2000-31

Urmalingaskeid_23-02-2024_2000-30

Urmalingaskeid_23-02-2024_2000-29

Kelda og myndir: Hans Erik Danielsen/FSF