Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eldur í City Church í nátt

Bygningurin hevur fingið rættiliga stóran skaða av eldinum

Í nátt varð boðað frá eldi í City Church í miðbýnum í Havn.

Fráboðanin kom inn klokkan 00:18, og ein minutt seinni var ein løgreglupatrulja á staðnum, har staðfestast kundi, at talan var um rættiliga stóran eld. Løtu seinni komu nakrir sløkkiliðsbilar á staðið og byrjaðu at sløkkja eldin.

Eldurin bleiv sløktur um hálvgum tvey tíðina í nátt, men løgreglan hevur staðið vakt á staðnum í alla nátt.

Vaktleiðarin hjá Føroya Politi sigur í morgun, at City Church hevur fingið rættiliga stóran skaða av eldinum, og nú skal kannast, hví eldur kom í, men tá løgreglan kom á staðið í nátt beint eftir midnátt, so kundu teir síggja, at eldurin, at síggja til, er byrjaður har oljufýringin stendur.

Óviðkomandi gestur á gistingarhúsi
Í gjár fekk løgreglan eisini eina fráboðan um, at illgruni var um, at onkur óviðkomandi fólk hevði verið inni í einum gistingarhúsi í Havn, men uttan at hava bílagt ella goldið fyri sítt uppihald har.

Vaktleiðarin sigur, at upptøkur frá vakmyndatólum vórðu hugd ígjøgnum, har staðfestast kundi, at eitt fólk hevði verið á gistingarhúsinum, ið ikki var skrásettur sum liggjandi gestur.

Løgreglan fann fram til viðkomandi, og nú er illgruni um, at viðkomandi eisini hevur verið á øðrum gistingarhúsi, so nú arbeiðir politiið við tveimum sakum, har viðkomandi fólk hevur verið og gist á tveimum gistingarhúsum, men uttan at hava bílagt pláss ella goldið fyri sítt uppihald.

Í nátt hoyrdist eisini alarmur um alla vágna í Klaksvík. Alarmurin kom úr seglbátinum Draganum, men til alla lukku, var talan bert um tekniskan feil.

Les eisini...  Nú er tíðin aftur komin at søkja um loyvi at selja fýrverk

Eisini bleiv ein stormskaði fráboðaður í gjár, tá ein bilur varð raktur av einari takplátu. Hetta hendi fyrradagin, men bleiv ikki fráboðað fyrr enn í gjár.