Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

FarCargo-flogfarið kemur til Føroya týsdagin

Móttøka verður í Vágum fyri fyrsta føroyska farmaflogfarinum

Leingi er tað, ið væl skal vera, men nú kemur farmaflogfarið hjá FarCargo, Eysturoy, til Føroya. Flogfarið lendir í Vágum týsdagin.

Í hesum sambandi verður almenn móttøka fyri nýggja flogfarinum hjá FarCargo á flogvøllinum í Vágum týsdagin 5. mars frá klokkan 10 til 12.

Tað skrivar Bakkafrost í tíðindaskrivi.

Vinnumálaráðharrin, Høgni Hoydal, og borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, bera fram røðu. Tónar frá Lenu og Niclasi verða at hoyra, og lætt ábit verður at fáa.

– Av trygdarávum er bert møguligt hjá innbodnum at sleppa út at síggja flogfarið. Øll onnur eru vælkomin at síggja flogfarið úr móttøkuhøllini, stendur at lesa í tíðindaskrivinum.

Til ber at lesa meira um flogfarið og virksemið hjá FarCargo her: https://www.bakkafrost.com/fo/um-okkum/tidindi/farcargo-hevur-tikid-imoti-fyrsta-foeroyska-farmaflogfarinum

Fyrstu tíðina kemur flogfarið at flúgva í Evropa, fyri at flogmanning og teknikarar kunnu venja seg við flogfarið, umframt at øll neyðug loyvir hjá flogmanning koma upp á pláss.

Flúgvingin við laksi úr Vágum til USA byrjar so skjótt neyðugu loyvini eru komin uppá pláss. Flogið verður úr Vágum, umvegis Keflavík til Newark í New Jersey, og síðani aftur til Føroya, umvegis Billund.

Byrjað verður við fáum vikuligum fráferðum, men ætlanin er at økja til fleiri vikuligar fráferðir.

Bjóða flogfarm úr USA og úr Billund
FarCargo kemur at bjóða flogflutningstænastu til føroyskar kundar. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við verandi tænastuveitarar á føroyska marknaðinum, sum taka sær av sølu til einstaku kundarnar.

FarCargo hevur gjørt samstarvsavtalu við fyritøkuna Nordic GSA, um sølu av flutningskapasiteti bæði úr Newark til Billund og víðari til Vágar.

Les eisini...  Tvíkilja handað Bakkafrosti