Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

EM-atgongumerkini kunnu nú keypast

Í dag, týsdagin 7. mai klokkan 12, komu føroysku EM-atgongumerkini til sølu

Nú ber til at keypa atgongumerki til EM-endaspælið hjá føroysku hondbóltskvinnunum, sum verður í Basel í november/desember.

Í dag, týsdagin 7. mai klokkan 12, komu pakka-atgongumerkini, ið eru tillutaði HSF, til sølu.

– Í fyrstu atløgu er bert møguligt at keypa pakka-atgongumerki. Hetta merkir atgongd til allar dystirnar í bólkinum hjá Føroyum. Um atgongumerki eru eftir pakkasøluna, koma hesi til sølu sum dagsatgongumerki tann 14. mai, skrivar Hondbóltssambandið.

– Atlantic Airways fer at flúgva beinleiðis til Basel og fara flogferðaseðlar at koma til sølu í næstum. Fyri at sita saman við føroyingunum, skulu tit keypa ígjøgnum hesa leinkjuna og síðani skriva koduna EURO-FAR í ávísta teigin. Hareftir kunnu tit klikkja á tey sitiplássini, sum tit ynskja at keypa. Talan er um eitt avmarkað tal av atgongumerkjum, sum eru tillutaði Føroyum.

Til ber at keypa atgongumerkir her niðanfyri:

WOMEN’S EHF EURO 2024 (ticketcorner.ch)

Børn 0-4 ár sleppa ókeypis inn, men fáa ikki eitt setur og mugu tískil sita í fanginum hjá avvarðandi.

Talan er um atgongumerki, sum eru til allar tríggjar dystirnar hjá Føroyum í bólkaspælinum, umframt hin dystin í bólkinum á sama dystardegi.

Talan er um atgongumerki í trimum ymiskum flokkum:
A1, flokkur 2 (gult), prísur 215 CHF + avgreiðslugjald
A1, flokkur 3 (blátt), prísur 160 CHF + avgreiðslugjald
A1, flokkur 4 (vínreytt), prísur 105 CHF + avgreiðslugjald

Dystirnir í bólkinum hjá Føroyum eru hesir:
Fríggjadagin 29. november: Sveis – Føroyar og Danmark – Kroatia
Sunnudagin 1. desember: Kroatia – Føroyar og Danmark – Sveis
Týsdagin 3. desember: Føroyar – Danmark og Kroatia – Sveis

– HSF arbeiðir fyri at tryggja føroyingum so nógv atgongumerki sum gjørligt, men tá Føroyar eru komnar í bólk saman við vertstjóðini, Sveis, er áhugin sera stórur, og luturin til hvørt gestaland sera avmarkaður. 6.500 pláss eru í St. Jakobshalle í Basel og flestu longu útlutaði, men arbeiðir HSF við at útvega fleiri enn hesi, sigur Hondbóltssambandið.

Les eisini...  U21-landsliðið má vinna seg víðari úr HM-bólkaspælinum fyri at fáa eina góðkenda HM-kapping

– Hava tit ivamál viðvíkjandi atgongumerkjum, kunnu tit venda tykkum til HSF, Andrass Thomsen, andrass@hsf.fo, tlf. 231984 ella Hallur Danielsen, hallur@hsf.fo, tlf. 231983.

Kelda: hsf.fo