Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú ber til at skriva børn upp til Lonirnar í Hoydølum

Nú ber aftur til at ynskja pláss í Lonunum í Hoydølum. Meðan arbeitt hevur verið við staðsetingini av stovninum, hevur ógreiða valdað um, hvørt stovnurin skuldi halda áfram í Hoydølum. Tískil hevur heldur ikki verið møguligt at seta seg á bíðilista til Lonirnar í Hoydølum

Avgerð er nú tikin um, at stovnurin heldur áfram sum stovnur, hóast staðsetingin ikki er endaliga avgreidd. Staðsetingin kann verða broytt, tá endalig avgerð verður tikin um loyvið at hava dagstovn í Hoydølum.

Fyribils verður pláss fyri tíggju vøggustovubørnum og 20 barnagarðsbørnum.

Upptøka á dagstovnarnar í Tórshavnar kommunu er 1. februar, 1. mai, 1. september og 1. november. Miðað verður eftir at tøk pláss verða lutaði út í góðari tíð, í seinasta lagi 3 mánaðir áðrenn hesar dagfestingar.

Heitt verður á øll foreldur um skriva barn teirra á bíðilista til dagstovn skjótast gjørligt, at skriva barnið á bíðilista til upp til fýra dagstovnar og at raðfesta hesar eftir ynski. Foreldur kunnu avgreiða innskrivingina her: 

Skriva upp til dagstovnapláss

Kelda: Tórshavnar kommuna