Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Seinasti framløgudagur í Løgtinginum áðrenn summarferiuna

Fundurin byrjar klokkan 13

Í dag er seinasti framløgudagur í hesari tingsetuni, áðrenn Løgtingið fer í summarfrí.

Tað vil siga, at uppskot, ið skulu viðgerast í hesi tingsetuni, skulu leggjast fram í dag.

Men um 17 tingfólk ella fleiri ynskja at leggja uppskot fram seinni, so kann tað gerast.

Dimmalætting skrivar, at millum annað tvey mál, sum nógv hevur verið kjakast um, verða løgd fram í dag.

Annað er gongd í haga, meðan hitt málið er broytingar í fosturtøkulógini, soleiðis at loyvt verður at fremja fosturtøku til og við 12. viku, soleiðis sum vit eitt nú kenna tað úr Danmark.

Fyrstu viðgerðirnar vera um eina hálva aðru viku, og tá verður tingfundur hvønn yrkadag.

Tingfundurin byrjar í dag klokkan 13.