Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Gylta pensjónsskipanin hjá tingfólkum verður søga

Í dag er uppskot lagt fram í Løgtinginum um at avtaka lukrativu pensjónsskipanina hjá tingfólki. Lønin hjá tingfólki verður heldur ikki hækkað, sum arbeiðsbólkurin annars mælti til

Tingfólk koma í framtíðini at fáa pensjón á sama hátt sum allir aðrir føroyingar.

Í dag kunnu løgtingsfólk í ávísum førum fara frá, tá tey gerast 60 ár. Hetta verður nú broytt, so pensjónsaldurin hjá løgtingsfólki verður tann sami sum hjá øllum øðrum føroyingum.

At tingfólk nú missa rættin til tænastumannaeftirløn er ein stór sparing fyri landskassan.

– Skulu vit gera nakað við haldførið hjá landskassanum – og tað skulu vit – so eiga vit politikkarar sjálvsagt at byrja við okkum sjálvum. Og skulu vit yvirhøvur tosa um, at hækkað pensjónsaldurin, so er fyrsta fortreyt, at vit politikkarar hava sama pensjónsaldur, sum øll onnur á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, í tíðindaskrivi.

Javnaðarflokkurin sigur í tíðindaskrivi, at øll níggju javnaðarumboðini á Løgtingi fara at atkvøða fyri uppskotinum, at avtaka gyltu pensjónsskipanina hjá tingfólki.