Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Grækarismessuhald í Runavík

Nú nærkast grækarismessan!

Fyrstu klippini frá várgestum okkara, tjøldrunum, bera av sonnum boð um at várið og ljósari tíðir eru í nánd.

Eins og undanfarin ár skipar Visit Runavík, saman við skótunum, fyri grækarismessuhaldi í Skótahúsinum við Løkin í Runavík týsdagin 12. mars kl. 17.00.

Dagurin er ein hugnaligur dagur við røðu og hornblástri. Tiltakið byrjar við, at skótarnir ganga skrúðgongu. Elin Klein Joensen flytur fram røðu og Nes Sóknar Musikkfelag spælir. Tiltakið varir á leið ein tíma. Øll eru hjartaliga vælkomin.