Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Konsert við Beinir í Keypmannahavn 27. apríl

Seinastu tvey árini hevur Beinir spælt nógvar konsertir í Danmark, har hann einsamallur hevur hitað upp fyri Jonah Blacksmith, Stine Bramsen og Dopha á teirra konsertferðum

27. apríl fer Beinir og bólkur hansara at spæla teirra fyrstu konsert á Hotel Cecil í Keypmannahavn.

Í heyst gav Beinir út fyrsta staklagið Greener av komandi heildarútgávuni. Greener snýr seg um at kasta seg út í tað ókenda og møta broytingum á veg móti dreyminum, kom ímillum tíggju teir mest spældu sangirnar í donskum útvarpi.

Í februar gav Beinir út annað staklagið Romeo, sum nú er í umferð í donskum radio og eisini er sera væl móttikið.

Beinir hevur fingið góð skoðsmál í donsku tónleikatíðarritunum Gaffa og Bands of Tomorrow. Um framførsluna hjá Beinir á Uhørt skrivaði Bands of Tomorrow:

“Alene på scenen indtog færøske Beinir scenen med sin guitar og leverede en af lørdagens bedste koncerter. Med imponerende guitarspil og en drum-pedal, fyldte Beinir Skatescenen ud med sin fantastiske sangstemme og velskrevne numre.”

Forsølan til konsertina á Hotel Cecil tann 27. apríl gongur væl.

Til ber at keypa atgongumerki her: https://www.hotelcecil.dk/datoer/beinir