Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Berin fingið peningastuðul frá hondbóltsfjepparum

Talan er um eina fjepparatroyggju við undirskriftum frá landsliðsspælarum og venjarum hjá føroyska hondbóltslandsliðnum, sum tóku lut í EM-endaspælinum í Týsklandi í januar í ár

– Føroyskir hondbóltsfjepparar ynsktu at gera sær dælt av, at spælararnir á manslandsliðnum í hondbólti, sum júst hava imponerað allan heimin við sínum frálíka hondbóltsspæli í EM í Týsklandi í januar, eru so væl dámdir. Tí varð støða tikin til at selja eina fjepparatroyggju við autografum frá landsliðsleikarunum og venjarunum, og at pengarnir skuldu fara til eitt vælgerandi endamál.

Tað skrivar Berin á sínum Facebook-vanga, eftir at Berin eftir EM-dystirnar í Berlin fekk hesa serstøku heilsanina frá føroyskum hondbóltsfjepparum.

– Berin er ein góður felagsskapur, og var tað fyrsta navn, sum kom fram, tá hugsað var um, hvar pengarnir skuldu fara, siga fyriskipararnir, sum hava selt fjepparatroyggjuna við undirskriftum frá spælarum og venjarum hjá føroyska A-landsliðnum í hondbólti, ið tók lut í EM-endaspælinum í Týsklandi í januar í ár.

Gulli Gluggar hevur keypt fjepparatroyggjuna, og hevur givið 4.000 kr. fyri troyggjuna.

– Hjartans tøkk til føroyskar hondbóltsfjepparar og Gulli Gluggar fyri stuðulin til Beran, skrivar Berin.