Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Varðhaldsfongslaður í fýra vikur

Føroya rættur hevur varðhaldsfongslað ein útlending, ið er skuldsettur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á kvinnu inni í einum vesi á einum skeinkistaði í Havn

Ein útlendingur varð í gjár førdur fram í Føroya rætti, har hann bleiv varðhaldsfongslaður í fýra vikur, meðan Føroya Politi ger fleiri kanningar, fyri eina hending í einum vesi á einum skeinkistaði í Havn sunnunáttina.

Kvinnan, sum meldaði tilburðin beinavegin, sigur, at hon varð tvingað til at gera nakað, sum hon ikki hevði givið samtykki til.

– Talan er ikki um neyðtøku, men um “anden kønslig omgang”, sum tað eitur løgfrøðiliga, greiðir vaktleiðarin hjá Føroya Politi frá í morgun.

Maðurin slapp sær avstað frá staðnum beint eftir tilburðin sunnunáttina, men nakrar tímar seinni handtók løgreglan mannin, sum bleiv førdur fram fyri Føroya rætt í gjár og varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

Bæði fólkini eru í 20-unum.