Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Terji Rasmussen vitjar í studio á FM1

Í samband við, at Terji Rasmussen kemur út við einum nýggjum sangi, so kemur havnamaðurin í Nólsoy á gátt her á FM1 klokkan 10 í dag

Í dag letur Terji Rasmussen nýggjan sang út, ið handlar um barna- og ungdómsárini í Havn.

– Tað er ein afturlítandi Havnasangur, sum minnir meg á barna og ungdómsins fótaspor við øllum tí góða og eisini minni góða, ið sum ein partur, hevur verið við til at gera meg til tann, sum eg eri, sigur Terji Rasmussen við heimasíðuna hjá Tutl.

Í samband við, at Terji Rasmussen kemur út við nýggja sanginum, so kemur havnamaðurin í Nólsoy á gátt her á FM1 klokkan 10 í dag, og vit senda beinleiðis í ein tíma ella so.

Eisini verður okkurt yvirraskilsi avdúkað í sendingini.

Lurtið við frá klokkan 10 á FM1, tá Óli G. Samuelsen fer at práta við Terja Rasmussen.