Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Innbrot á Námsvísindadeildini á Setrinum

Føroya Politi veit hvørji tey eru, ið hava brotið inn. Og so er bilurin, sum bleiv meldaður stolin í gjár, funnin aftur í morgun

Mánadagin 11. mars varð boðað frá innbrotið á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, ið heldur til á Frælsinum í Havn.

Løgreglan hevur kannað málið mánadagin og í gjár, og hevur í hesum sambandi skuldsett fimm fólk fyri hetta innbrotið, har eisini nakað av herverki er framt.

– Í samband við kanningararbeiðið, so er vakmyndatól á Setrinum, og hesi hava hjálpt okkum við at finna fram til tey, ið hava verið við í innbrotinum, greiðir vaktleiðarin hjá Føroya Politi frá.

Meginuppgávan hjá Námsvísindadeildini er at skipa útbúgving innan námsfrøðiliga økið. Meginøkið er lærara- og námsfrøðingaútbúgvingarnar.

Læraraútbúgvingin varð sett á stovn í Føroyum í 1870, og fyrstu námsfrøðingarnir fingu prógv á Føroya Læraraskúla í 1990.

Stolni bilurin funnin aftur
Bilurin, sum varð meldaður stolin í gjár í Havn, er nú funnin aftur. Viðkomandi, ið hevði stolið bilin, hevur koyrt úr Havnini og til Klaksvíkar, har bilurin er funnin í morgun.

Vaktleiðarin sigur, at ein patrulja er farin á staðið, har spor skulu kannast og fyri at vita, um bilurin hevur fingið nakran skaða, nú onkur, uttan loyvi, hevur koyrt við bilinum.

Tað var í gjár, týsdagin 12. mars, umleið klokkan 10.30, at ein bláur KIA Ceed, árgangur 2010, bleiv meldaður horvin frá Íslandsvegnum í Havn.

Í gjárkvøldið gjørdi Føroya Politi vart við, at hesin bilur var stolin, og tað gjørdi løgreglan á sínum Facebook-vanga, og tað hevur eftir øllum at døma borið frukt, tí bilurin er funnin í morgun, greiðir vaktleiðarin frá í morgun.

Ferðsluátak var eisini í gjár, har morgunferðslan við skúlar og stovnar var á skránni í gjár, men har bleiv einki mál skrivað niður, so tað frøir vaktleiðaran hjá løgregluni, at fólk syrgja fyri, at millum annað børnini koma trygt á stovn um morgunin.

Les eisini...  Stjól í SMS

Eisini hevur SSP-umboðið hjá løgregluni verið á vitjan á Skúlatrøð, og hesa ferð varð tosað við ein 6. flokk har um hvussu ein ferðast á netinum, har millum annað varð tosað um at ikki deila myndir á netinum uttan samtykki.