Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Arktisk Kommando hevur “opið hús” í dag

Fólk kunnu koma á gátt á fregattini Niels Juel í dag, sum liggur í Havn

Meðan verjuskipini hjá donsku verjuni í Knud Rasmussen-klassanum, Ejnar Mikkelsen og Lauge Koch, liggja við bryggju í Nuuk vegna tekniskar trupulleikar, so hevur tað millum annað við sær, at fregattin Niels Juel røkir uppgávurnar kring Føroyar komandi tíðina.

Fregattin Niels Juel liggur við kai í Havn, og í hesum sambandi verður bjóðað fólki umborð til opið skip í dag, hósdagin 14. mars, frá klokkan 14 til 16.

– Kom og síggj fregattina innan og fá eitt yvirlit í eitt av fregattskipunum hjá Sjóverjuni og arbeiðsplássi hjá mansskapinum, skrivar Arktisk Kommando í einum boðum.

Arktisk Kommando skrivar víðari, at tað verður ein leiðvísing frá havnin og út til skipið. Bilar sleppa ikki við út á kaiina, har Niels Juel liggur, so fólk kunnu vænta sær at ganga ein lítlan gongutúr út til skipið.