Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgmansskrivstovan: Eitt nýtt tíðarskeið saman við ES

Løgmaður, Aksel V. Johannesen og ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, hava í dag undirritað semjuskjal millum Føroyar og Evropasamveldið um styrkt samstarv

– Dagurin í dag skilmarkar eitt nýtt tíðarskeið í okkara samstarvi. Tað er eingin ivi um, at broytta heimsstøðan ger tað alsamt meiri neyðugt hjá okkum í Føroyum, at knýta okkum tættari at londunum, ið hava somu virði sum vit. Skjalið loysir ikki ítøkiligar avbjóðingar á handilsøkinum, men politiska semjan um at styrkja viðurskiftini er eitt týðandi stig fyri, at vit kunnu menna okkara samstarv við ES, ikki minst á handilsøkinum. Undirritanin er ikki endin á hesum arbeiðinum, men byrjanin uppá eitt nýtt samstarv millum Føroyar og ES.

Tað sigur løgmaður, Aksel V. Johannesen í samband við, at løgmaður og ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, í dag hava undirritað semjuskjal millum Føroyar og Evropasamveldið um styrkt samstarv.

Til ber at lesa semjuskjalið her. 

Styrkt samstarv
Bæði verandi og undanfarin landsstýri hava í fleiri á arbeitt við at styrkja samstarvið við ES. Seinastu drúgvu tíðina hava Føroyar og ES arbeitt við einum semjuskjali, sum er undirritað í dag. Endamálið hevur verið at fáa ein yvirskipaðan karm fyri samstarvinum millum Føroyar og ES og at menna viðurskiftini enn meira.

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Í semjuskjalið verður lagdur á týdningin av verandi samstarvsøkjum á handils-, fiskivinnu- og granskingarøkinum, men karmurin letur eisini upp fyri at víðka samstarvið við ES á nýggjum økjum. Eitt nú í mun til grøna orkuskiftið, veðurlagsátøk og talgilding.

Fyrsta vitjan í Føroyum
Undan undirritanini í morgun var fundur í Tinganesi millum løgmann og ES-nevndarforkvinnuna, har eisini landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum luttók. Eftir fundin varð semjuskjalið undirritað og skipað varð fyri stuttum tíðindafundi við løgmanni og ES-nevndarforkvinnuni.

Les eisini...  Al Hilal keypir Koulibaly úr Chelsea

Seinnapartin kom danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, eisini til landið og luttekur í vitjanini restina av degnum saman við løgmanni og ES-nevndarforkvinnuni, og tær fara so víðari til Grønlands í kvøld, har ein nýggj ES-skrivstova skal lata upp í Nuuk í morgin.

Ursula von der Leyen á tíðindafundinum, eftir at semjuskjalið var undirskrivað, har bert tríggir undangóðkendir miðlar sluppu at spyrja ein spurning í part. Miðlarnir vóru Kringvarp Føroya, Miðlahúsið og danska TV2 (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)