Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Von der Leyen vitjar í dag

Í dag, hósdagin 14. Mars, vitjar ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, í Føroyum. Hetta er fyrstu ferð, at forfólkið í ES-nevndini vitjar í Føroyum. Løgmaður, Aksel V. Johannesen, er vertur fyri vitjanini

Endamálið við vitjanini er at undirrita semjuskjal millum Føroyar og Evropasamveldið um styrkt samstarv. Føroyar og ES hava arbeitt við semjuskjalinum í longri tíð, og nú er skjalið klárt at undirrita.

Endamálið við semjuskjalinum er at skipa ein yvirskipaðan karm fyri samstarvið millum Føroyar og ES og at menna viðurskiftini enn meira.

Á vitjanini fær ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, somuleiðis høvi at kunna seg um ymisk føroysk viðurskifti við atliti at samstarvsøkjunum í semjuskjalinum, sum millum annað fevnir um burðardygd og veðurlagsbroytingar.

– Tá eg vitjaði í Brússel í heyst, segði eg, at eg var bjartskygdur um, at vit skjótt fóru at síggja ítøkilig úrslit. Tað síggja vit nú. Undirritanin av semjuskjalinum er eitt týðandi stig á leiðini til at menna samstarvið millum Føroyar og ES. Somuleiðis fegnist eg um, at ES-nevndarforkvinnan nýtir hetta høvið til at vitja Føroyar, og eg haldi at hetta kann vera viðvirkandi til at økja um tilvitanina um týdningin av samstarvinum, Aksel V. Johannesen, løgmaður, í tíðindaskrivi.

Undirritan og stuttur tíðindafundur
Hósmorgunin 14. mars verður fundur í Tinganesi millum løgmann og ES-nevndarforkvinnuna. Eisini luttaka landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum og danski forsætisráðharrin. Eftir fundin verður semjuskjalið undirritað. Síðani verður ein stuttur tíðindafundur, sum løgmaður og ES-nevndarforkvinnan luttaka á.

Stutt vitjan, men fjølbroytt skrá
Í samband við vitjanina verður eisini farið umborð á hybridskipið Bakkafoss. Leiðin gongur eisini til Kaldbaks at vitja Ocean Rainforrest, ið millum annað luttekur í ES-granskingarsamstarvinum Horizon Europe. Vitjanin endar í Bø, áðrenn ES-nevndarforkvinnan við fylgi fer av landinum aftur.