Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jóannis á Steig: 07 Vestur gerst betur fyri hvønn dyst

Hoyr stuttu samrøðurnar Heri Simonsen gjørdi við Dánjal á Lakjuni hjá ÍF, og við Jóannis á Steig hjá 07 Vestur um dystin ÍF-07 Vestur 0-1 (0-1). Dánjal iðrar seg um eitt brent brotsspark og aðrar brendar málmøguleikar, men kann samstundis staðfesta eitt nógv betri avrik enn í 0-6 tapinum fyri KÍ farna sunnudag. Jóannis er fegin um ársins fyrsta sigur í Betrideildini. 07 Vestur hevur nógvar nýggjar leikarar, og liðið skal spælast saman, men Jóannis heldur liðið gerst betri fyri hvønn dyst.