Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sigfríður og Jákup kunnu liva við javnleikinum

Hoyr frásøgumannin, Óla G. Samuelsen og viðmerkjaran, Fróða Reinert Petersen siga frá báðum málunum, ið vóru skotin í dystinum EB/Streymur-B68 1-1 (0-1). Hoyr Fróða taka samanum dystin, har javnleikur var rættvíst í mun til samlaðu gongdina. Hoyr samrøðuna Óli gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Sigfríð S. Clementsen, ið ikki var nøgdur við fyrra hálvleik, men væl foreintur við seinna hálvleik, har EB/Streymur svaraði aftur. Sigfríður hevði eisini nøkur hjartasuff um Betrideildina og ójavnan millum liðini. Hoyr eisini samrøðuna Óli gjørdi við Jákup á Borg, høvuðsvenjara hjá B68, ið ætlaði sær trý stig, men í torførum umstøðum og við 10 móti 11 monnum í meir enn ein hálvleik var javnleikurin eitt liviligt úrslit hjá B68.

Myndir av Sigfríði S. Clementsen, Jákupi á Borg og Fróða Reinert Petersen: Óli G. Samuelsen.