Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eldurin í Pizza No. 1 sløktur

Eldurin er byrjaður í køkinum, greiðir vaktleiðarin hjá Føroya Politi frá

Á middegi í dag varð boðað frá nógvum royki frá pitsastaðnum, Pizza No. 1, sum heldur til í Vágsbotni.

Vaktleiðarin hjá Føroya Politi sigur, at eldurin nú er sløktur, men at hølini eru stongd av, tí tey skulu  kannast seinni í vikuni av eldserfrøðingi hjá Føroya Politi.

Vaktleiðarin sigur, at eldurin er byrjaður í køkinum, men at tað gekk skjótt at sløkkja eldin, sum ikki hevði spjatt seg, men møguligur roykskaði er hendur í hølunum omanfyri Pizza No. 1, sum er partur av bygninginum.

Eisini sigur vaktleiðarin, at eingin fólkaskaði stóðst av eldinum, tí eingin var inni í bygninginum.